Skráin á Torradøgunum í dag er hendan:
10-13 : Norðoya Sparikassi í Fuglafirði
Morgunmatarborð í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, har tónleikur og frásagnir eru á skrá.
Siloa-kórið og Fuglafjarðar Sangkór syngja.
Steffen Gram kunnar um fyrilesturin í Klaksvík seinni sama dag.
Eyðun á Lakjuni, klaverleikari og kórleiðari, spælir hugnatónleik á klaver.
11.30: Matiné í Christianskirkjuni
Kórið í Christianskirkjuni.
Kórið framførir nakrar kirkjuligar satsir, og eisini
fosturlandssangir.
Harafturat framførir kórið kenda verkið ???Heilagi staðurin??? (The Holy City), sum Stephen Adams gjørdi tónleikin til; meðan Frederick E. Weatherly smíðaði orðini.
14-18: Posthúskjallarin
Finleif Mortensen, listamaður, hevur forvitnisliga listaframsýning við landslags- og abstraktum málningum.
14.00: Niðanfyri Sjúkrahúsið - Torrarenning
Signhild V. Johannesen, forkvinna í Mentanarnevndini, setur renningina í gongd.
Talan er um heilsurenning, og tí er ikki neyðugt við tilmelding.
??ll eru hjartaliga vælkomin at luttaka. Bæði tey, sum ynskja at renna og ganga. Eins og undanfarin ár verður byrjað niðanfyri sjúkrahúsið. Vit ganga ella renna í 15 minuttir, áðrenn vit venda og ganga ella renna aftur til sjúkrahúsið, har málið er. Gingið verður gjøgnum býin til Betri, og síðan úteftir móti Grøv/Skarðhamar.
14.00 : Klaksvíkar Sjúkrahús - Torra-Heilsukafé
14 - 17: Heilsucafé og opið Sjúkrahús.
??ll eru vælkomin. Inngongd millum Norðoya Røktarheim og Klaksvíkar sjúkrahús.
14.00: Heilsucafé
Heilsucaféin letur upp, og ymiskt leskiligt er at fáa í kantinuni til øll vitjandi.
14.00: Workshops
Heilsustovan (2. hædd).
Vit máta virðir, so sum blóðtrýst, puls, iltmetting í kroppinum og blóðsukur.
14.00: Fysio- og ergoterapiin
Til ber at gera eina konditest, og at máta feittvirðið í kroppinum.
14.00: Rannsóknarstovan
Tilmelding til blóðgeva.
14.30: Rennararnir koma í kantinuna
Jógvan Skorheim, borgarstjóri, heldur røðu.
14.00 : Spinnaríið
Norðoya Sparikassi 100 ár
Forvitnislig seðla- og myntaframsýning hjá Eyðálvi Gulklett.
Norðoya Sparikassi sýnir fram aðrar brúkslutir og myndir í sambandi við 100 ára søgu Sparikassans.
14.00 : Spinnaríið
SEV - Grøna Føroyar
Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, og menningarleiðarin hjá elfelagnum, Terji Nielsen, greiða frá grønu kósini, sum SEV og Føroya Landsstýri hava arbeitt við seinastu fimm árini, og hvørji næstu stigini verða.
14.30 : Spinnaríið
Grønari flog- og ferðavinna
Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, tosar um týdningin av, at ganga eina grønari leið í flog- og ferðavinnuni.
15.00 : Spinnaríið
Steffen Gram: ???Eta Trump og Putin fisk????
Fyrilsetur við Steffen Gram, tíðindamaður hjá DR, um týdningin av, at Føroyar hava góða marknaðar-
atgongd til EU, Russlandi og eisini til USA. Hvussu er, tá Trump leggur toll/bann á vørur? EU hevur boykott-að Russland, men hevur tað møguliga verið ein fyrimunur fyri Føroyar?
16.00 : Spinnaríið
Rudolf Joensen og Oliver Joensen hugleiga um Spinnaríið.
Um ymsar mentanarligar hendingar, ið Spinnaríið eisini hevur verið karmur um.
Norðoya Sparikassi bjóðar hummarasuppu.
Tónleikur frá Hans Andris Jacobsen og kaffi er eisini á skrá við onkrum góðum afturvið.
17.00: Atlantis Bio
Filmurin Cold Case Hammerskjold
19.00: Atlantis Bio
Filmurin Circus
21.00: Atlantis Bio
Filmurin Unge Astrid
Kelda: Norðlýsið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald