Mentan

Torradagar - skráin fyri í dag

...

2017-02-18 09:37 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Matiné í Christianskirkjuni ??? kl. 11.30Torramatiné leygarmorgunin saman við Klaksvíkar Hornorkestri, sum spæla nøkur løg úr ???Reyðu bók.???

Eisini spæla Andras Sólstein og Jóhanna Johannessen nøkur stykkir fyri horn og urgu.

Aftaná verður boðið til ein drekkamunn og hugnaprát í kirkjukjallaranum.

Gamla Seglhúsið ??? kl. 14.00 ??? 19.00
Listaframsýning

Talan er um eina spennandi framsýning, har verk eftir fleiri av okkara bestu listafólkum verða sýnd fram.

Á framsýningini vera verk eftir: Heðin Kambsdal, Ingálvur av Reyni, Eyðun av Reyni, Arnold Vegghamar, Zacharias Heinesen, Oliver við Neyst, ??ssur Mohr, Torbjørn Olsen, Bergithe Johannesen, Sámal Toftanes, Amariel Norðoy, Hanni Bjartalíð, Bárður Jákupsson, Ludvík á Brekku og Finleif Mortensen.

Tað er ókeypis at vitja framsýningina, sum er ein søluframsýning, og hongur uppi frá 13. til 19. februar.

Opið er hvønn dag frá kl. 14.00 til 19.00

Opið atelier, Jústabrekka 2 ??? Edward Fuglø kl. 14.00 ??? 20.00Edward Fuglø, listamaður, letur dyrnar upp í atelieri sínum, har hann sýnir fram listaverk og bøkur, hann hevur skrivað og listprýtt.

Niðanfyri Sjúkrahúsið
Torra-renning kl. 14.00

Teinurin er 4,1 km. Talan er um heilsurenning, og tí er ikki neyðugt við tilmelding. ??ll eru hjartaliga vælkomin at luttaka, tvs. at renna og/ella ganga. Rutan gongur úteftir Klaksvíksvegnum, Stoksoyravegnum, síðani heim eftir Torvgøtu niðan til Víkavegin, eftir Víkavegnum, Vágsheygsgøtu til Fossagøtu, har snarað verður oman til Uppsalagøtu, síðani oman í Vágstún, og so út eftir Klaksvíksvegnum ??? út til Sjúkrahúsið, har málið er.


Kl. 14.00 - 18.00 Adventure
Túrur til Kópakonuna

Siglt verður við skjóttgangandi báti norður til Kópakonuna og
møguliga eisini norður á Kallin og í Kunoyarstovu.
Báturin siglir frá bátahavnini frammanfyri Dragan
Tilmelding er neyðug til túrarnar á tlf 505707, ella á Facebook JAB adventure.


Spaniastova ??? kl. 16.00 - 19.00
Søgan um Sjóklædnavirkið

Serligu og vælumtøktu klæðini hjá Sjóklædnavirkinum, sum vóru sniðgivin og seymað har, verða sýnd fram. Myndir verða at síggja frá lýsingum og mótaframsýningum ??? eisini verður søgan um virkið søgd.

??luva Klettskarð sigur frá.


Klaksvíkar Sjúkrahús
Sjúkrahúsið hevur opið hús millum 14.00 og 17.00, og øll eru vælkomin.
??? Inngongd ímillum Norðoya Røktarheim og Klaksvíkar sjúkrahús.


Kl. 14.00 Heilsucafé
Heilsucaféin letur upp, og ymiskt leskiligt er at fáa í kantinuni.


Kl. 14.30 Heilsucaféin verður settSignhild V. Johannesen, forkvinna í Mentanarnevndini, setur Heilsucaféina; aftaná verður boðið ymiskt heilsugott og leskiligt afturvið.

Kl. 14.00 WorkshopForhøllinKom og fáa tær eitt prát við sjúkrarøktarfrøðingar og dietist um m.a. lungnatrupulleikar, sukursjúku, kost, trupulleikar við beinum og ryggjatrupulleikar.

Fysio- og ergoterapiinTil ber at gera eina konditest, og at máta feittvirðið í kroppinum.

Heilsustovan (2. hædd)Vit máta virðir, so sum blóðtrýst, puls, iltmetting í kroppinum og blóðsukur. Til ber eisini at tekna seg til lungafunktiónskanning.

RannsóknarstovanTilmelding til blóðgeva.

Norðara parkeringsøkiðMøguleiki er at síggja útgerðina í sjúkrabilunum.

Kl. 15.00 fyrilestur ??? í FelagshølliniFyrilestur við Regin Olsen, maskinmeistara ??? Greitt verður frá søguni um læknabátin Medicus.

Kl. 16.00 fyrilestur ??? í FelagshøllinFyrilestur við Hannelenu Jacobsen og Sølvu Joensen ??? Fyrilesturin snýr seg um heilsugóðan mat.

Miðhøllin á Skúlatrøð ??? kl. 15.00
Søgur av Flemish Cap

Kjartan Kjartanson, stýrimaður, sum hevur siglt nógv, sigur frá.
Sigmar Bláberg, rithøvundur, sum hevur skrivað tvær bøkur um stállínuskipini og í hesum sambandi eisini um Flemish Cap, sigur frá skipum á Flemish Cap ??? og hesum tíðarskeiði annars.

Gunnar Nolsøe, útvarpsmaður ??? ???Tónleikur, móti og prát frá Flemish Cap.??? Gunnar hevur samrøðu við menn, sum hava roynt seg á Flemish Cap.

Zacharias Hammer, lærari, hevur klipt filmsbrot saman, sum vit sleppa at síggja, har sakkønur greiðir frá um myndirnar og hendingar annars av Flemish Cap.

Aftaná verður boðið til ein kaffimunn og sjómansprát av Flemish Cap ??? Eisini ein brellbita av Flemish Cap (saltfiskasneisar).


Atlantis ??? Sjónleikurin Landastrokið kl. 19.00
Klaksvíkar Sjónleikarfelag fer nú aftur á pall, hesa ferð við sjónleikinum Landastrokið ??? ein skemtileikur av teimum heilt stóru ??? hetta í sambandi við, at tey hátíðarhalda 40 ára dagin fyri, at Klaksvíkar Sjónleikarfelag, sum vit kenna tað í dag, varð endurstovnað í 1977.


Leygarkvøld kl. 19.00 - á Gamla seglhúsinum
Saltfiskakvøld á Gamla seglhúsinum

Lagt verður upp til eitt spennandi saltfiskakvøld á Torradøgum í Klaksvík. Borðreitt verður við saltfiski frá Kósini.

Navnframi kokkurin, Gutti Winther, fer at borðreiða við eini rúgvu av spennandi saltfiskarættum, so sum krokettum, suppu, brandade, saltfiskasalati, lippum al pil pil v.m. Harafturat verður okkurt søtt eisini.

Eisini verður ein umfatandi viðkomandi bjórskrá frá Føroya Bjór.

Nakrir gestir koma at greiða frá um ávikavist saltfiskamatmentan, og saltfiskafiskiskapin og tað, sum hevur knýtt seg at hesi mentanini í Føroyum.

Sí nærri upplýsingar og tilmelding v.m. á: http://www.gamlaseglhusid.fo/saltfiskakvoslashld.html

??? Gjald og tekning álagt.

Spaniastova ??? leygarkvøldið kl. 22.00Torraskemt, skrøgg og tónar

Robert & Hilmar Jan skipa fyri torraskemti og skrøggi afturvið góðum tónum og sangi í Spaniastovu.

Alla hesa øldina hava Robert McBirnie og Hilmar Jan Hansen ??? við tilsamans yvir 95 ára royndum á palli ??? í felag skemtað, skrøggað, hermt, sungið og spælt fyri túsundtals føroyingum.

Nú kunnu teir so eisini upplivast á palli í Spaniastovu, har teir ??? bæði saman og hvør sær ??? borðreiða við eini breiðari viftu av sínum besta undirhaldi.

Atgongumerki á kr. 150,- kunnu keypast áwww.atgongumerki.foog við dyrnar.

Leskiligu matstovurnar í býnum ??? hjá Jórun, Fríða, Jacqson og aðrar við ??? borðreiða í Torravikuni við serligari torra-matskrá, eisini við ymiskum úr fiski.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder