Mentan

Torradagar í Klaksvík

...

2020-02-16 23:34 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vælvitjaða, og afturvendandi, tiltakið Torradagar verður í døgunum 17. ??? 23. februar. Skráin í ár er aftur sera fjølbroytt.

Fleiri ymiskar frásagnir vera á skránni. Eitt nú fer ??li Jacobsen at siga frá, um tá ið Sigert í Kirkjubø var á ferð í Sibiria. Aðrar frásagnir vera eisini frá m.a. Njál Djurhuus, sum greiðir frá áhugaverdu lívsleið síni, Jógvan Arge greiðir frá ferðini við Karin K til Eysturgrønlands í 1959 og Kári P. Højgaard greiðir frá útróðri við maskinbáti og umstøðum í Ravnoynni í 1969.

Sjóneyka verður eisini sett á veðurlagsbroytingarnar kring Arktis, har myndir og frásagnir frá myndamanninum, Chritoph Ruhsam, og frágreiðing frá Wolfgang Schoner, professara, fara at lýsa støðuna. Somuleiðis fer Bill Justinussen, løgtingslimur, at greiða frá fundum um Arktis, sum hann hevur verið við til umvegis Norðurlendska politiska arbeiðið.

Til ber at fáa meira kunning umvegis skránna Torradagar 2020

Torrakaffi

Fleiri ymiskir møguleikar vera til at fáa eina góðan bita, kaffi og okkurt leskiligt ímeðan Torravikan er. Umsorganarheimið Gloria og morgunkaffi í Betesda eru bara nakrir av møguleikunum, har kryddað eisini verður við frásagnum og tónleiki.

Tvær ymiskar listaframsýningar vera í Gamla Seglhúsið í Torravikuni, har Arnhold Vegghamar og Frits Johannesen sýna fram.

Í Spaniastovu verður eisini stór konsert við Hanusi G. Johansen, umframt onnur tiltøk við eitt nú Klaksvíkar Tónlistaskúla. Til ber eisini at fara til ???Syngið við kvøld??? í Skálanum, har harmonikuspæl setur serligan dám á.

Broytingar kunnu koma fyri. Til ber at kunna seg um tiltøk á Torradøgum umvegis facebook og á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder