Ítróttur

Tórður heldur ikki fram í B36

...

2015-09-17 17:25 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

B36: Tað hevur ikki eydnast okkum at leingja sáttmálan við Tórð Thomsen, sum nú fer at royna seg aðrastaðni.

Seinastu tíðina hevur verið gitt nógv um, hvar Tórður Thomsen spælir komandi ár. Í gjár bóru onkrir miðlar tíðindi um, at B36 saman við NSÍ og KÍ kappast um undirskriftina hjá málverjanum, men í B36 kenna vit einki til hesa søguna.

Tórður hevur verið fyrsta val millum stólparnar hjá B36 síðani 2013, og vit høvdu fegin vilja longt sáttmálan við hann, eins og vit hava gjørt við flestu aðrar spælarar í Effo-hópinum.

Vit vilja tó sláa fast, at hetta verður ikki gjørt fyri ein og hvønn prís. Vit hava roynt at funnið eina semju við Tórð um nýggjan sáttmála, men hetta hevur ikki eydnast.

Hinvegin hevur tað eydnast at leingja sáttmálan við Trygva Askham, sum fyri tað nógva hevur verið eykamálverji hjá okkum seinnu árini. Vit hava fult álit á, at Trygvi er førur fyri at taka við eftir Tórði, og eisini hava vit ungar og evnaríkar málverjar á veg til vaksnu deildirnar. Soleiðis bera vit ongan ótta fyri, at vit ikki eru fult so væl fyri á málmansplássinum komandi kappingarár.

Takk fyri trý framúr ár, Tórður, og framhaldandi góða eydnu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder