2019-03-27 18:05
Fríggjadagin tann 5. apríl 2019, letur upp listaframsýning við Torbjørn Olsen í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík.
Fernisering verður fríggjadagin klokkan 16:00 og kemur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í Mentamálum at røða.
Hans Andrias Jacobsen syrgir fyri tónleikinum og kemur hann at tulka nakrar sangir hjá Bob Dylan.
Umframt lættari ábit og okkurt leskandi afturvið, er møguleiki at hitta listamannin sjálvan.
Framsýningin hongur uppi allan apríl mánaða og er opin soleiðis:
Mánadag til Fríggjadag: 14:00 til 17:00
Sunnudag: 14:00 til 19:00
Um tað ikki liggir fyri at vitja framsýningina ásettu tíðirnar, er møguligt at ringja 217055 og finna eina hóskandi tíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald