Ein heilsan til systir mína Tóru í Horni á 75-ára degnum, sum er í dag.
Tóra varð borðin í heim 22. november í 1946, hon var næsta barnið í einum barnaflokki, har vit blivu trý børn - Ninna, Tóra og Jóanis, foreldur okkara vóru Fía og Andrias Nielsen, sum bæði vóru úr Sandavági.
Vit búðu í Giljum í Sandavági, eitt paradís fyri børn, har var áin, hólmin, Fosshylur, sandurin og Valloyran, á Valloyrini varð bæði spælt fótbóltur, hondbóltur o.m.a., har keddi ein seg ikki, altíð okkurt at takast við.
Tóra er eitt fantastiskt menniskja, alíð klár við eini hjálpandi hond, setur altíð øll, uttan seg sjálva, í fyrstu rekkju - ja er og hevur verið heilt fantastisk.
Tóra leikti hondbólt við Søljuni í nógv ár, var ein heilt góður hondbóltspælari og fekk altíð nógv mál, skotini vóru hørð, sum hjá monnum, hon gjørdi eitt stórt arbeiðið í SÍF í nógv nógv ár, altíð klár at geva eina hjálpandi hond, hon var nevndarlimur frá tí hon var blaðung og forkvinna í Søljuni í nógv ár, hevur enn stóran alsk til hondbólt.
Tóra hevur roynt seg sum reiðari, tey Hans Pauli og hon keyptu fyrst tangaskipið Tóra og seinni Jóhonnu Katrinu, Tóra var reiðari á báðum skipunum.
Tóra gloymir ongan, er altíð klár um eitthvørt er á vási, má siga tað, at eg ofta undrist á hennara trúfesti, sum røkkur víða um.
Tóra er gift við Hans Paula, tey eiga tvær døtrar, 7 ommu/abba-børn og eina langommudóttir.
Góða systi, vit á Hamarsmørk ynskja tær hjartaliga tillukku og alt tað besta í komandi tíðum við Harrans signing, takk fyri tað tú ert fyri okkum.
Dagurin verður hildin saman við teimum nærmastu, vit gleða okkum til kvøldið.
Jóanis.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald