Eftir at bátarnir er komnir á pláss í bátahylinum í Oyrunum á Toftum, byrja tiltøk í tjaldinum á kaiøkinum. Sum altíð er nógv gott undirhald í teltinum undir Bátafestivalinum. Fleiri framúrskarandi tónleikarar fara at framføra gjøgnum dagin.
Eftir at festivalurin er settur, byrjar tónleikur í tjaldinum klokkan15.30, har fýra tónleikarar fara at framføra.
Fyrstur á pallin verðurEyðun Jacobsen, og síðani koma Karstin Danielsen, Terje B. Vestergaard og Sámal Ravnsfjallsetir punktum fyri tónleikaframførslunum.
Eins og undanfarin ár er Bátafestivalurin eitt tiltak fyri alla familjuna, har hugnin er í hásæti bæði kring bátahylin og sjálvandi í tjaldinum á kaiøkinum.
Skráin fyri Bátafestivalin á Toftum kann lesastHER.
Vælkomin á Bátafestival á Toftum leygardagin 4. mai.
Fyrireikararnir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald