Mentan

Tjósavnið: Ull er Føroya gull

...

2021-10-05 12:49 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Ull er Føroya gull

11. til 15. oktober er heystfrí og Tjóðsavnið bjóðar aftur í ár allari familjuni vælkomna á Savnsfagnað við eini spennandi skrá alla vikuna


Evnið á ársins Savnsfagnaði er ???Ull er Føroya gull???. Í Føroyum eru fleiri seyðir enn fólk. Seyðurin er allastaðni og hann hevur verið her øgiliga leingi. Fyrr í tíðini hevði ullin sera stóran týdning fyri føroyingar. So stóran, at uttan ullina og tað, sum fekst burturúr henni, bar illa til at liva her.

Í dag hevur ullin kanska ikki eins stóran týdning, men fyri at siga spennandi søguna um ???Føroya gull??? hava vit latið eina flotta, nýggja framsýning upp, ið snýr seg um seyðin og ullararbeiðið í Føroyum.

So nú er bara at koma á Savnsfagnað at hugna tykkum og hava tað stuttligt. Tit kunnu snúgva tykkum ígjøgnum snúðiniborgina, spæla vendispæl, gera eina trølltoppu, hoyra huldusøgu og mangt mangt annað ???

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder