Mentan

Tjaldingarøkið er opnað

...

2017-07-12 22:29 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

GFestival.fo skrivar: G! 2017 er sparkað í gongd, tí í kvøld er tjaldingarøkið opnað. Vit hava tosað við ein gest, sum er á G! fyri fyrstu ferð

Í skrivandi stund eru fólk í ferð við at gera tjaldingarøkið í Gøtu til sítt heim komandi fýra dagarnar. Tjøld, sofur og stólar eru settir upp, stemningurin er í topp og fyri framman eru løtur, sum koma at gera summarið 2017 eitt ógloymandi summar.

Teir fyrstu tjaldarnir stillaðu seg at bíða í gjárkvøldi, og tá klokkan slóð 17.00, fóru teir spelandi inn á økið.

Fyrstu ferð á G!

Fyri summi er hetta ein siðvenja, meðan onnur eru á G! fyri fyrstu ferð. Vit hittu Petru Ingebregtsen úr Vestmanna, sum er á G! Festival fyri fyrstu ferð.

Hví er Petra á G!?

- Eg havi hoyrt so nógv gott um G!, og tá eg skuldi velja mín fyrsta festival, skuldi tað heilt klárt vera G!. Vinfólk míni hava verið fleiri ferð, og fleiri av teimum eru við aftur í ár.

Og gleðir hon seg mest til?

- Eg gleði meg í roynd og veru mest til at vera á tjaldingarøkinum, tí her virkar til at vera ein góður stemningur, og fólk eru so vinarlig og glað. Eg gleði meg sjálvandi eisini til góða tónleikin og til at royna heitu pottarnir.

Síðsta viðmerkingin hjá Petru er ein áheitan til øll tey, sum ivast í at koma á G!: "Komið, sigur hon!"

G! ynskir Petru Ingebregtsen og øllum hinum tjaldarunum ein góðan og ógloymandi G! Festival.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder