Mentan

Tími jarðarinnar - 25. Mars frá kl. 20.30-21.30

...

2017-03-24 22:28 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Kvívíkar kommuna er við í heimsumfatandi átakinum Earth Hour. Hendan tíman fara milliónir av menniskjum kring allan knøttin at sløkkja ljósið, fyri at vísa heimsins politikarum, at tey vilja hava ein enda á globalu upphitingini, sum hóttir umhvørvið.

Borgarnir eru vælkomnir at stuðla tiltakinum við at sløkkja ljósið, sama tíðarbil sum kommunan sløkkir.

Hetta átakið ???Earth Hour??? byrjaði í Sydney, Australia, í 2007 tá 2.2 mió. fólk sløktu ljósið í ein tíma fyri at vísa umhvørvinum ans.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder