Mentan

Tilmæli um fremmandamál í føroyska skúlaverkinum handað landsstýrismanninum

...

2021-11-02 15:16 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Arbeiðsbólkur, sum varð settur at gera uppskot til tillagingar í fólkaskúla og á miðnámi við tí endamáli at styrkja støðuna hjá fremmandamálum í skúlaverkinum, hevur handað landsstýrismanninum tilmæli.

Tilmælini byggja á áður gjørd tilmæli og fevna um høvuðsøkini: Tíma- og lærugreinabýti, námsætlanir, undirvísingartilfar, læraraførleikar, gransking og útbúgving.

Í tilmælinum verður m.a. mælt til, at týskt verður lærugrein í 7. flokki við tveimum tímum um vikuna, og at næmingar á náttúrubreyt og búskaparbreyt hava eitt fremmandamál ella danskt aftur at enskum.

Eisini verður mælt til, at námsætlanir í donskum og fremmandamálum verða tillagaðar við meira denti á málið sum miðil og samskiftisamboð, føroyskt undirvísingartilfar skal fáast til vega, og námsráðgevar skulu setast.

Harumframt verður mælt til at granskingarstørv í fremmandamálum verða skipað á Fróðskaparsetrinum.

Í arbeiðsbólkinum eru:

  • Hanna Ziskason Hansen, fulltrúi í Uttanríkis- og mentamálaráðnum, forkvinna.
  • Sólvá Jónsdóttir, námsráðgevi í Námi, skrivari.
  • Mortan Zachariassen, fulltrúi í Undirvísingarstýrinum.
  • Tórhallur við Gil, fólkaskúlalærari, umboðandi Føroya Lærarafelag.
  • Hanna Jensen, miðnámsskúlalærari, umboðandi Yrkisfelagið Miðnám.
  • Kalpana Vijayavarathan, adjunktur, umboðandi Fróðskaparsetur Føroya.

(Hanna Jensen er ikki við á myndini.)

Sí:Tilmæli um fremmandamál í føroyska skúlaverkinum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder