Mentan

Tilbúgvingarætlan skúlans riggaði í stóran mun

...

2017-06-10 19:01 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tvøroyrar skúli skrivar:

Næmingarnir í Trongisvágs skúla, 1.-4.flokkur, vóru staddir í Trongisvágs skúla, meðan næmingarnir í Tvøroyrar skúla vóru staddir ymsastaðni, tá eldur kom í Varðan Pelagic.

Lærararnir, ið vóru saman við børnunum á ymsu støðunum, meðan eldurin leikaði í á Varðanum Pelagic, hava skrivað eina lítla frágreiðing til foreldrini og næmingarnar um støðuna.

Um foreldur eru, sum halda, at børn hava fyri neyðini sálarfrøðisliga hjálp í samband við hendingina, kunnu tey ringja til 214955 og boða frá hesum.

Sum heild metir skúlin, at tilbúgving skúlans riggaði á nøktandi hátt, tó so, at onkrar smávegis broytingar skulu gerast í tilbúgvingarætlanini, so hon kemur at rigga enn betur.

Lærararnir og starvsfólk skúlans eftirmettu fyrrapartin í dag. Tá varð eisini avgjørt, at onkrar broytingar verða gjørdar í ætlanunum fyri næstu vikuna, men hesar broytingar verða næmingarnir, sum verða raktir av broytingum, kunnaðir um á heimasíðu skúlans undir boð og tíðindi.

Vit møta øll í skúla aftur mánamorgunin kl.8.00

Tíðindamyndina eigur Leivur Nygaard.

Frágreiðingar

Tvøroyrar skúli

I Tvøroyrar skúla sóu lærarar á lærarastovuni, tá eldurin kyknaði á Varðanum Pelagic. Ringt varð beinanvegin á løgreglustøðina í Havn, og har fingu vit boðini um at evakuera skúlan. Lotið lá inneftir, og tí var gjørt av, í samráð við løgregluna og trygdarleiðarin í Tvøroyrar skúlaa, at fara niðan á Ovara veg og út á minnisvarðan á Torvheyggi.

Í skúlanum vóru 6. flokkarnir, 8. flokkur til skrivliga roynd og 9. flokkur til munnliga roynd. Farið var runt í allar skúlastovurnar at boða frá evakueringini, og tá trygd var fingin fyri, at skúlin var tómur, var farið niðan á Ovara veg og út á Torvheygg.

Skúlin fekk í heilum fráboðan frá løgreglustøðini í Havn, og bæði lærarar og næmingar vóru róligir. So hvørt sum dagurin leið, fóru næmingarnir, eftir at hava verið í samband við foreldrini, í hús í Froðba og har á leið, og klokkan 16.00 vóru næmingarnir farnir av Torvheyggi. Næmingarnir vóru ymsastaðni við vaksnum fólki til kl.22.00.

Skúlin kunnaði foreldrini um støðuna gjøgnum ??tvarp Føroya.

Skúlahúsið

Okur í Skúlahúsinum vóru stødd í Trongisvági til dukkuleik, og vóru á veg út í Skúlahúsið, tá okur hoyrdu um eldin á Varðanum.

Uttan fyri Skúlahúsið stóð skúlabussurin. Bussførarin spurdi okkum, hvar skúlabørnini vóru, tí allur skúlin mátti evakuerast.Ein fór inn í skúlan at vita um nakar var har, men skúlin var tómur. Tí var ein skjót avgerð tikin um at koyra teir tríggjar næmingarnar heim. Foreldrini vóru heima.

??tferð við 5.fl. við MS/ Tórshavn.

5.fl, ið taldi 22 næmingar, vóru hendan morgunin útferð saman við tveimum lærarum við bátinum MS/ Tórshavn. Hetta skuldi vera ein hugnaligur fiskitúrur á fjørðinum. Farið var av Hvítanesbrúnni kl. 9.30, og neyvan vóru vit komin út á fjørðin, fyrrenn vit sóu hvítan royk miðskeiðis á Tvøroyri. Fyri ikki at ørkymla næmingarnir, gjørdu vit vaksnu av, at hetta var óiva okkurt bál, ið brent varð. Tað gekk tó ikki leingi fyrrenn ógvisligur svartur roykur sást, og tá gjørdist næmingarnir ørkymlaðir og bangnir um óvissu støðuna hjá sínum nærmastu.

Eina løtu varð fiskað úti í fjarðarmunnanum, men fyri næmingarnar var tað nakað ókyrt, so nøkur fingu sjóverk. ??tlanin var at hugna okkum við suppu og køku, ið flokslærarin hevði gjørt. Vit sigldu inn í Tjaldavíkina og løgdu okkum har, meðan etið varð.

Allatíðina var samskift við manningina á MS/ Tórshavn, sum dúgliga lurtaði eftir útvarpinum, ið góvu okkum upplýsingar um vandastøðuna á Tvøroyri. Samskift varð, um hvar vit skuldu fara við næmingunum, tí MS/ Tórshavn kundi ikki leggja at í Froðba ella í Hovi,uttan at næmingar máttu flytast við smábátum. Hetta metti Jóannes Eidesgaard, ikki var ráðiligt, og MS/ Tórshavn fekk, um 11.30 tíðina, boð um at sigla til Vágs.

Í Vági var blíðskapurin stórur. Havnafútin stóð fyri okkum og vildi hjálpa. Vit høvdu ætlað at fara niðan í skúlan, og Havnafútin samskifti við skúlastjóran í Vágs skúla, ið bað okkum koma. Uttanfyri skúlan hevði skúlastjórin eina enn betri loysn, nevniliga hølini hjá Frelsunnar herinum. Hann fylgdi okkum inn, og saman við fyristøðuhjúnunum og havnafútanum skipaðu tey so fyri, at vit vóru so ómetaliga væl móttikin. Stutt eftir komu fólk við bollum, breyði og kakum. Har gjørdu tey okkum eisini ein góðan drekkamunn. Um neyðugt varð at gista ogeta døgurða, so stóð hetta okkum eisini í boði. Ein stórur partur av næmingunum vóru heintaðir av familju. Seint seinnapartin fóru vit úr hølunum hjá Frelsunnarherinum og inn á Bakka, har beiggi mín og konan víst óført gestablíðni og hjúklaði um næmingarnir, ið eftir vóru.

Tað var hjartanemandi at kenna, hvussu øll í Vági hugsaðu um okkum og okkara støðu.

Takkfyri øll somul

Trongisvágs skúli

Eftir at vit í Trongisvágs skúla fingu boð um, at eldur var í Varðanum Pelagic, tók leiðslan avgerð um, at børnini skuldu flytast. Avgerð varð tikin um, at børnini skuldu til Hvalbiar við bussum. Vit vórðu móttikin í Hvalba við opnum ørmum.Skúlin og Roynhøllin, stóðu opin fyri okkum við bæði onkrum leskiligum og onkrum etandi. Fólk vóru fyrimyndarlig at hjálpa!

Vit í Trongisvágs skúla eru sera takksom fyri henda blíðsskap, ið varð vístur okkum.

7. a og b

Vit vóru júst liðug at rudda á sandinum, tá vit sóu royk úti á keiini og hoyrdu sirenur. Løtu seinni fingu vit boð um at fara av sandinum og senda børnini heim, tí lotið lá inneftir fjørðinum og roykurin kundi vera skaðiligur.

Foreldur komu alt fyri eitt eftir børnum sínum. Nøkur koyrdu saman, meðan onnur blivu koyrd heim av okkum.

Meðan ringast stóð til á Tvøroyri, vóru fleiri av børnunum í Hvalba og onnur í Hovi. Á báðum støðum upplivdu vit ómetaligt gestablídni, sum orð ikki kunnu setast á. Fólk komu sjálvboðin við mati og bjóðaðu okkum at gista. Rørandi at merkja, hvussu øll oyggin stóð saman í hesi truplu støðu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder