2021-11-26 17:45
Tá úrslitið av Landsseyðasýningini 2021 verður kunngjørt kl. 19.00 í kvøld, verður stroymt beinleiðis frá tiltakinum. Tiltakið sæst á hesari leinkjunihttps://youtu.be/GeCbDHN14dE
Tiltakið er alment, men neyðugt er við koronapassi ella negativari test, um komið verður á Búnaðarstovuna.
Skráin fyri kvøldið er hendan:
Jens Ivan í Gerðinum, landbúnaðarráðgevi bjóðar vælkomin
Felagssangur
Ari Johanneson vísir video av luttakandi seyðunum
Kaffisteðgur
Videoupptøkur av 8 teimum fremstu brundseyðunum í hvørjum bólki.
Jacob Vestergaard heldur røðu vegna sýnsmennirnar, kunngerð vinnararnar og handar virðislønirnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald