JN

Tiðindaskriv um seyðasýning

....

2013-11-21 17:12 Author image
placeholder

Avgerðin í Landsseyðasýningini 2013

Sýnarar frá Búnaðarstovuni hava verið úti um landið og sýnað tey lombini og teir veðrarnar, sum fingu bestu virðislønirnar á teimum lokalu seyðasýningunum. Teir hava tikið videofilmar av øllum hesum seyðum.

Fríggjakvøldið 22. november 2013 kl 19.00 verður alment tiltak á Búnaðarstovuni, har ymiskt um seyðasýningar er á skránni. Videofilmarnir frá sýningunum verða vístir, meðan greitt verður frá um sýningarnar. Til seinast verður kunngjørt, hvørji lomb og veðrar eru vakrast, og steyp verða latin vinnarunum.

??ll eru vælkomin, og Búnaðarstovan bjóðar kaffimunn.

 

Skráin

Vælkomin

Rólvur Djurhuus greiðir frá um seyðasýningar í Íslandi,

Kjósing av vakrasta lambi, vakrasta veturgamla veðri og vakrasta eldri veðri. Aftaná verða virðislønir latnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder