Mentan

Tíðindaskriv um bókaútgávu 27. oktober 2021

...

2021-10-25 16:34 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Høgni Mohr: Grøðandi greinir

© 2021, ??giliga egið forlag

Permumyndir: Astrid Andreasen

Umbróting og prent: Føroyaprent

ISBN 978-99918-805-6-3


Um innihaldið
Í skreytsavninum eru 20 útvaldir tekstir. Høvundurin hevur skrivað tekstirnar tey seinastu 20 árini.Í bókini eru millum annað samrøður við ekvadorskan forseta, danskan forsætisráðharra og legendariska vinnulívsmannin, Jákup í Lopra.Eisini eru vit á súluveiðu í Mykinesi, til sjónleik í Havn, til kappróður í Klaksvík og til sjós millum sperðlaðar útróðrarmenn.Koronu-kritikkur og kollsigldur kærleiki eru millum djúparu evnini í bókini.Mentanargrunnurin fær upp á kjaftin - og tað fáa misteinkiliga íðin mótstøðufólk móti samkyndum levnaði eisini.Ein sera nemandi tekstur er um nobelvinnaran, Niels Ryberg Finsen, eins og vit fáa meiri at vita um stíva standing, føroyska byggilist - ella mangul upp á sama.Fitta søgan um kioskina hjá Astu er eisini sloppin gjøgnum nálareygað.
*
Astrid Andreasen hevur myndprýtt permuna, og teir báðir Oddfríður Marni Rasmussen og Carl Jóhan Jensen eiga hvør síni fororð.
Bókin er 246 síður, innbundin og kostar 300 krónur.
*
"Málsliga ræðið er sjáldsamt, og orðaspælið hongur fast millum tenninar, tá ið tú ert liðugur at lesa. Setningarnir eru sum lið í eini ketu, sum hongur um kvørkrarnar á tær."
Oddfríður Marni Rasmussen
"... og ikki tygum at siga hevur høvundurin lyndi til at hugleiða við hamara ... tað neistar frá og irskrar í oyrunum ... javnt tí málsliga oyranum sum hinum, ið kærir seg um javnvigaða framseting ...men ... í øllum smiðjudundrinum ... hoyrast eisini onnur ljóð uppií ... eins og av lógv í seinsummardimmum haga ... einslig, sár og eym ljóð ..."
Carl Jóhan Jensen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder