Mentan

Tíðindaskriv um átak um ferð og gallupkanning

...

2017-05-23 13:49 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tíðindaskriv til átak um ferð 23. mai - 11. juni 2017

Halt hámarksferðina - áðrenn tað er ov seint                                   

Hetta til 11. juni minnir Ráðið fyri Ferðslutrygd í samstarvi við Betri Trygging okkum á at halda hámarksferðina. Átakið tekur støði í filminum, ???Hin dagin eg hevði skund???. Filmurin verður at síggja í sjónvarpinum, í biografum og á netinum.

Vit vita, at ov nógv ferð er tann orsøkin, sum oftast gongur aftur í ferðsluvanlukkum, har onkur doyr ella fær álvarsligan skaða. Longu tá koyrt veður 90 km/t er vandin at doyggja í samanstoyti munandi størri, enn tá koyrt verður 80 km/t.

 

47% halda hámarksferðina á landsvegi

Spildurnýggj gallupkanning frá apríl í ár vísir, at 47% av føroyingum siga seg vanliga halda hámarsferðina. Hetta er hægsta talið síðan RFF í 2012 fór undir regluligar kanningar av hesum slagi. Í 2012 søgdu 32% seg vanliga koyra 80 km/t ella minni, í 2013 og 2015 var talið á 39%, í 2016 á 46%. Tað er lítil og eingin kynsmunur millum, hvussu skjótt fólk siga seg koyra. Tó at fitt er eftir á mál, er hetta ein stórur vøkstur upp á lutfalsliga stutta tíð, sum RFF fegnast um.

 

... men fleiri staðni koyra 60% av bilunum skjótari enn 80 km/t

Landsverk ger mátingar ymsastaðni kring landið, hvussu nógvir bilar koyra og hvussu skjótt. Greitt er, at summa staðni er heilt nógvir bilar, ið koyra skjótari enn loyvt. Fleiri staðni eru 60% av bilunum, sum koyra skjótari enn 80 km/t. Her er ofta talan um bein strekki, men hetta eru samstundis vegir, har yvirhálað verður. Føroyskir landsvegir eru bygdir til 80 km/t.

 

24% av føroyingum mæla til sjálvvirkandi ferðeftirlit

Spurd, hvat føroyingar halda besta háttin vera at fáa bilførarar at halda hámarksferðina, vísir nýggja gallupkanningin, at á fyrsta plássi við 24% liggur sjálvvirkandi ferðeftirlit, har mynd verður tikin at bilføraranum. Hetta er skipanin sum vit kenna frá øðrum europeiskum londum. 21% mæla til hægri bót og meira politieftirlit. 17% halda fleiri kunningarátøk vera besta háttin.

 

Kommunur taka undir

Fyri at geva átakinum størri slagmátt hevur Ferðslutrygd boðið kommunum at vera við í átakinum. Seks kommunur hava tikið av at hava skelti á kommunuvegum við sama boðskapi sum í filminum. Tær eru: Tórshavnar -, Runavíkar -, Vága -, Fuglafjarðar -, Nes - og Vágs kommuna.

 

Tí er tað ein stórur bati at seta ferðina eitt sindur niður

Fleiri, sum eru fyri álvarsligum ferðsluvanlukkum, eru sjálv uttan skuld í hendingini. Tú kanst vera á skeivum staði skeivu tíðina. Men hetta er ikki galdandi fyri fjøldina. Menniskansligir feilir liggja aftanfyri flestallar vanlukkur á vegunum, vísa útlendskar kanningar. Hámarksferðin er sett, fyri at ferðandi skulu hava eitt trygdarskotbrá, um tað gongur galið. Koyrir tú ov skjótt, tekur tú bæði av tínum trygdarskotbráði og tí hjá øðrum. Vilt tú gera títt til at gera ferðsluna tryggari, skalt tú halda hámarksferðina. Fyri flestøll okkara merkir tað bert at seta ferðina eitt lítið sindur niður. Gera øll tað, ger tað stóran mun:

·       Halt hámarksferðina í góðum líkindum

·       Set ferðina hóskandi niður, tá líkindini eru ivasom

·       Hav atlit fyri øðrum í ferðsluni

·       Legg uppí, um tú ert ferðafólk, har koyrt verður ov skjótt.

Filmurin kann síggjast her: https://www.youtube.com/watch?v=h-j4oMR-sU8

 Politiið ger ferðkanningar, meðan átakið er.




Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder