November 2021
Eg koyri teg, tú koyrir meg
Hetta er árstíðin, har vit vanliga fara í jólaborðhald at hugna okkum saman við vinum og starvsfeløgum. Og hóast vit kanska ikki hittast og koma saman á júst sama hátt, sum áðrenn korona rakti samfelagið, so eru óivað nógv sum kortini gleða seg til hesa tíðina við hugna og veitslulag.
Eins og undanfarin ár, fara Ráðið fyri Ferðslutrygd (í samstarvi við Betri Trygging og Trygd) at fremja átak fyri at steðga rúskoyring. Hetta verður gjørt við filminum???Eg koyri teg, tú koyrir meg???, ið er úrslitið av stóru hugskotskappingini hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd síðsta vetur. Filmslýsingin verður í hesum døgum víst í sjónvarpi, biografi og á sosialum miðlum.
Brynhild Nolsøe í Lágabø úr Vági vann kappingina, og luttekur saman við vinfólki í lýsingini. Brynhild kennir sjálv til avbjóðingarnar av at vera partur av náttarlívinum í aðrari bygd, enn teirri tú býrt í. Tí bygdi hennara hugskot á egnar royndir.
Í vinarbólkinum hjá Brynhild hava tey gjørt eina avtalu, ið byggir á tankan: ???Eg koyri teg, tú koyrir meg.??? Hetta merkir, at tey skiftast um at koyra:
- Avtalan er tann, at um eitt vinfólk er farið í býin og eg liggi heima, so ringja tey til mín, og eg fari upp at koyra tey. Um eg eri farin í býin og okkurt vinfólk liggur heima, so koma tey eisini upp at koyra meg. Tað er líkamikið um tað er morgun, dagur ella nátt, greiddi Brynhild frá í lýsingarfilminum, ið er komin burtur úr hugskotinum hjá Brynhild.
- Vit valdu at gera eina hugskotskapping, har ung fólk sluppu at seta dagsskránna, og úrslitið gjørdist hesin filmurin, ið byggir á tey hugskot, ið tey ungu sjálvi høvdu, sigur Lovisa Petersen Glerfoss, stjóri í Ráðnum fyri Ferðslutrygd.
Eftir at vinnarin varð funnin, hevur Brynhild arbeitt saman við eini lýsingarstovu við at menna hugskotið til eina lidna lýsing. Í lýsingini síggja vit Brynhild og hennara vinfólk í býnum og á veg til hús. Í samráð við Brynhild er lýsingin blivin jalig og uppbyggjandi, heldur enn fordømandi og neilig.
Hugburðurin til rúskoyring er broyttur munandi seinastu nógvu árini, og heili 98% av føroyingum siga at rúskoyring verður ikki góðtikin. Men kortini verða bilførarar javnan tiknir við promillu í blóðinum. Harafturat er rúskoyring orsøk til fjórðu hvørja deyðsvanlukku í ferðsluni, vísa tøl úr norðurlondum. Tí er tað eisini í 2021 týdningarmikið at tosa um at steðga rúskoyring!
Átakið heldur fram hetta til nýggjárs og løgreglan ger rúskanningar, meðan átakið er. Eisini fer løgreglan at lata bilførarum, sum hava síni viðurskifti í ordan, snøggar lyklaringar við boðskapinum ???Eg koyri teg, tú koyrir meg.???
Lovisa Petersen Glerfoss
RFF
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald