Mentan

Tíðindaskriv frá Vegnum fríkirkjuni í Vágum

...

2021-11-19 11:42 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Jólapakkin frá Vegnum.
-ein jólahjálp fyri Vágafólk

Vit á Vegnum ynskja, at jólini hjá øllum skulu vera góð og gleðilig. Tað er høgtíðin, har vit minnast, at Jesus var føddur og gav okkum vón. Hesa vón vilja vit fegin birta, har tørvurin er størstur.

Við jólapakkanum vilja vit fegin veita jólahjálp til tey, sum ikki hava nógmikið um jólini. Í høvuðsheitinum er talan um mat, men møguliga kann annað koma uppá tal.

Hvør kann søkja um jólapakkan?

Fólk, ið hava tað torført fíggjarliga

Fólk, ið kenna onkran, ið hevur tað torført fíggjarliga

Soleiðis gert tú:

· Send ein teldupost til [email protected]

· Greið í stuttum frá, hví tú søkir um jólahjálp.

· Um tú ikki søkir fyri teg sjálvan, upplýsir tú, hvønn tú søkir fyri.

· Ert tú í iva um okkurt, ert tú vælkomin at ringja til Lonu, tlf. 267942, Ingu, tlf. 261680 ella Maigunn, tlf. 227506

· Seinasta freist at søkja er 5. desembur 2021.

Allar umsøknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Vit taka við gleði ímóti stuðli til hetta átak. Tú kanst flyta eina gávu á konto í

Betri Banka: 9181-1241852 ella

Bank Nordik: 6460- 4951141

Viðmerk: Jólapakkin

Leiðslan fyri Vegin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder