Tíðindaskriv: Stovnandi aðalfundur til Kinavinir
???年快乐!Gott kinesiskt nýggjár!
Soleiðis søgdu allir kinesarar við hvønn annan kring heimin 28. januar í 2017, sum var teirra nýggársdagur í 2017.
Kinesiski lunar kalendarin er annaðleiðis enn okkara kalendari, sum er av gregorianskum uppruna. Tískil liggur kinesiska nýggjárið altíð frá uml. miðjan januar til miðjan februar og ikki 31 desembur/1 januar, sum markar endan/byrjanina til okkara nýggjár.
Hetta árið er í hananna tekni. Hanin er tann einasti fuglurin í kinesisku stjørnufrøðini. Fólk, ið eru fødd í hananna tekni, verða søgd at vera millum annað trúføst í síni áskoðan og eru tiltikin stundislig. Serliga hetta seinasta var sagt at vera ein týðandi eginleiki í gomlum døgum, tá innara klokkan var tín vekjaraklokka.
Føroyingar hava seinnu árini merkt, at Kina kemur nærri okkum, tí fleiri næmingar hava lisið í Kina seinnu árini og allarhelst heldur tann gongdin fram. Bæði Vodafone og Føroya Tele hava eisini ein kinesiskan undirveitara, og Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, leiddi eitt politiskt og vinnuligt fylgið til Kina í heyst fyri at kanna marknaðarmøguleikar fyri føroyskan útflutning. Harafturat búgva fleiri kinesarar í Føroyum og føroyskar fyritøkur hava í langa tíð havt samhandil við Kina.
Í sambandi við økta áhugan hava føroyingar, kinesarar, føroyskir kinavinir og kinesiskir føroyavinir tosað um at seta eitt føroyskt-kinesiskt vinafelag - Kinavinir - á stovn í Føroyum.
Við hesum vil nýggja felagið Kinavinir bjóða øllum áhugaðum til stovnandi aðalfund ???á Gráasteini??? Saltnesvegur 9 í Eysturoynni týsdagin 7. februar 2017 kl. 19.
So ert tú áhugað/ur í føroyskt-kinesiskum viðurskiftum, so fæst meiri kunning við at fylgja Facebook síðuni hjá felagnum ???Kinavinir??? og tiltakinum ???Stovnandi aðalfundur???.
- Stovnararnir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald