Mentan

Tíðindaskriv frá Føroyska Bíbliufelagnum

...

2017-03-20 10:10 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fyrsta føroyska Bíbliuútgávan á gerandismáli, kemur út í 2017

Árligi limafundurin hjá Føroyska Bíbliufelagnum verður týskvøldið 21. mars kl. 20 í missiónshúsinum í Miðvági.

Jenny Lydersen byrjar við andakt og síðani er skráin til limafundin sambært viðtøkum felagsins.

Nýliga setti aðalskrivarin Gunnar K Nattestad hevur ársfrágreiðing felagsins. 2016 hevur verið eitt sera hendingaríkt ár, har felagið m.a. var upptikið sum limur í alltjóða bíbliufelagnum UBS og fekk handa nýggju umsetingina av gamla testamenti eftir Hans Jacob Joensen frv. bisp.

Greitt verður eisini frá fíggjarligu gongdini og útgávuætlanini fyri 2017, sum verður søguligt, tí føroyingar fyri fyrstu ferð í meira enn 50 ár, fara at fáa eina nýggja bíbliuútgávu ??? eitt nýggja testamenti á gerandisføroyskum, kallað Nýggi Sáttmálin. Fleiri aðrar útgávur eru eisini í skjáttuni.

Teir 400 limirnir fáa eisini møguleika at koma við spurningum og viðmerkingum til arbeiði hjá felagnum.

Aftaná, hevur Bergur D. Joensen prestur, fyrilestur við heitinum ???Luther og Bíblian???.

Nýggir limir kunna tekna seg á fundinum ella á heimasíðu felagsins:

www.biblia.fo

Hjartaliga vælkomin!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder