Ítróttur

Tíðindaskriv frá BankNordik og Tórshavnar Golffelagi

...

2015-08-06 13:39 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Leygardagin tann 15. august 2015 verður skipað fyri BANKNORDIK ??? OPEN golfkappingini, ið verður spæld á golfbreytini á Glyvursnesi.

Kappingin verður skipað sum ein einstaklingakapping, sum samstundis eisini er ein liðkapping. Spælt verður við fullum handikappi.

Tær neyvu reglarnar eru lýstar á heimasíðuni hjá Tórshavnar Golffelag ??? www.golf.fo

BankNordik stuðlar kappingini við at lata øllum luttakarunum hvør sína eskju við BankNordik-bóltum. Harafturframt letur BankNordik trimum teimum bestu í einstaklinga-kappingini góðar vinningar.

Eisini verða vinningar latnir luttakararunum á vinnandi liðnum umframt aðrar smærri vinningar eftir ávísum treytum í sjálvum spælinum.

Umboð fyri BankNordik letur vinnarunum vinningarnar eftir lokna kapping.

BankNordik ynskir við hesum at stuðla golfítróttini, sum fólk í øllum stigum á lívsleiðini kunnu luttaka í. Runt allan heimin er áhugin fyri golfítróttini sera skjótt vaksandi. Tey íðkandi ganga nógv, og mýkja samstundis so at siga alt likamið tá sligið verður.

Kappingin er fyri øll, sum hava eitt handikapp, sum er 54 ella lægri.

Tey ið hava áhuga at luttaka skulu senda eitt SMS til 258539 ella á telduposti: [email protected] í seinasta lagi hóskvøldið tann 13. august kl. 20.00.

Luttøkugjaldið er kr. 50,00.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder