Mentan

Tíðindaskriv: 200 ára hátíðarhaldi á Nesi fyri Hammershaimb

...

2019-03-20 13:39 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

 

Í Føroya kirkju- og prestasøgu er lítil ivi um, atNes er Føroya søguríkasta stað, tá hugsað verður um tíðina eftir trúbótina. Ímiðjuni Gamli Prestagarður, sum V. U. Hammershaimb lat byggja, og aftanfyri hannNes Kirkja. Til høgru fjósið, ið ætlanin er at endurskapa sum savnsbygning. Tilgjørdmynd: Hannis Egholm.

Komandi mánadag eru 200 ár eru liðin, síðani V. U.Hammershaimb, próstur og málfaðir, var borin í heim. Føðingardagurin verðurhátíðarhildin við einum tiltaki leygardagin 23. mars í gomlu Nes Kirkju ogGamla Prestarði á Nesi, ið Hammershaimb sjálvur tók stig til at byggja, og sumstóð liðugur í 1863. Umframt tveir áhugaverdar fyrilestrar um virki Hammershaimbssum presti og hin um prestagarðssøguna á staðnum, vitja trý langaabbabørnhansara í sambandi við føðingardagin. Tey fara at bera fram eina ættakvøðu oghanda bygdasavninum í Gamla Prestagarði eina forkunnuga gávu frá tíðini viðHammershaimb sum presti og prósti á Nesi. Somuleiðis verður avdúkað einverkætlan, sum hevur til endamáls at endurskapa táverandi fjósið við GamlaPrestagarðin sum ein nútíðar savnsbygning.

Tá Venceslaus UlricusHammershaimb í 1862 varð innsettur sum prestur á Nesi, gjørdist honumbeinanvegin greitt, at táverandi prestagarður var í so vánaligum standi, atneyðugt var at byggja ein nýggjan. Longu árið eftir í 1863 kundi familjan flytainn í prestagarðin, ið vit nú nevna Gamla Prestagarð, sum Fornminnisavnið í Neskommunu í dag rekur sum bygdasavn. Tað er Bygdasavnið í Nes kommunu, sum eigurprestagarðin.

Prestasetrið áNesi er sera søguríkt og var í øldir ein miðdepil, eitt savningarstað, bæðiandaliga, handaliga, mentanarliga, sosialt og politiskt. Í Føroya kirkju- ogprestasøgu ræðu lítil ivi um, at Nes er søguríkasta staðið í Føroyum, tá hugsaðverður um tíðina eftir trúbótina.

Nes var ikki barakirkju- og mentanardepil við lít. Her var eisini stórt jarðarbrúk, tí 20 merkurí jørð hoyrdu til prestaembætið, umframt náðinsgarðin á Torkilsheyggi ogGarðshorn í Oyndarfirði. Fjósið omanfyri sethúsini var stórt, út við 40 alinlangt, ið svarar til 25 metrar. Í fjósinumstóðu 20 mjólkineyt, og hoyggjhúsið tók 12 kúfóður.

Í sambandi við200 ára føðingardagin 25. mars hjá málfaðirinum, prestinum og próstinum, V. U.Hammershaimb, verður skipað fyri áhugaverdum føðingardagshaldi á Nesi leygardagn23. mars. Tiltakið byrjar í Nes kirkju klokkan 16, har Jákup Reinert Hansen,lektari og guðfrøðingur, fer at greiða frá lívinum hjá Hammershaimb sum presti.Síðani fer ??lavur Magnussen, lærari og søgukønur, at greina prestagarðssøguna áNesi, sum forfedrar hansara vóru ein týðandi partur av. Eisini verður tónleikurframførdur í kirkjuni hendan dagin.

Eftir fyrilestrarnar íNes kirkju verður farið oman í Gamla Prestagarð, har millum onnur trýlangabbabørn hjá V. U. Hammershaimb verða hjástødd. Umframt at koma við einiættarkvøðu, fara tey at handa savninum forkunnuga gávu.

Síðani Hammershaimbí 1878 flutti til Danmarkar hava níggju sóknarprestar verið á prestagarðinum.Tann síðsti flutti út í 1975. Seinasti prósturin, sum búði á Nesi, varFríðrikur Petersen ættaður úr Saltnesi.

Ein arbeiðsbókurundir Fornminnisfelagnum í Nes kommunu hevur seinasta árið arbeitt viðmøguleikanum fyri at endurskapa fjósið og seta tað inn í ein nútíðar karm viðteimum hentleikum og møguleikum, sum ein slíkur bygningur eigur at hava í dag. Arbeiðsbólkurin,sum er mannaður av Josefinu Jacobsen, forkvinnu í Fornminnisfelagnum, JóhannusiDanielsen, borgarstjóra í Nes kommunu, og Kára Mikkelsen, journalisti ogsamskiftisráðgeva, heitti á J. P. Gregoriussen, arkitekt, um at gera uppskottil nýggja savnsbygningin.

Í sambandi við200 ára føðingardagin verður uppskotið um at endurskapa fjósið sum savnsbygningalmannakunngjørt við eini framløgu í Gamla Prestagarði. Talan er um ein spennandibygning á stødd við táverandi fjósið, sum verður slakar 400 fermetrar tilstøddar, við millum annað framsýningarhølum, forhøll, matstovu, verkstaði ogskrivstovuhøli hjá Fornminnisfelagnum.

Skráin fyri 200ára haldi Hammershaimbs á Nesi leygardagin 23. mars sær soleiðis út:

16.00 Inngangur íNes Kirkju
16.10 Hammershaimb prestur ??? Jákup Reinert Hansen
16.40 Tóri Restorff Jacobsen spælir eitt tónleikastykki á cello
16.50 Søgan um prestagarðarnar á Nesi ??? ??lavur Magnussen
17.30 Kaffi í Gamla Prestagarði
17.45 ??ttarkvøða ??? Jørgen Ulrik Hammershaimb (langabbasonur V.U.H) 
18.00 Gávuhandan til savnið ??? Margrethe Hammershaimb (langabbadóttir V.U.H)
18.10 Framløga um enduskapan av prestagarðsfjósinum sum savnsbygningi

Um nakar ynskir at vita meira um tiltakið,kann viðkomandi venda sær til ein av stigtakarunum, Kára Mikkelsen, tpost: [email protected],tlf. 280066.

Vinarliga
Fornminnisfelagið í Nes kommunu

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder