2016-06-24 16:45
Thurid Olsen, sum hevur starvast sum lærari við Skúlan á Giljanesi síðan 1979, gevst nú sum lærari. Thurid fylti fyri stuttum 60 ár og kann tí fara frá við eftirløn.
Thurid byrjaði á Føroya Læraraskúla í 1974, har hon tók prógv í 1979, hon hevur síðan tá verið lærari við Skúlan á Giljanesi, frá 1998 til 2004 var Thurid varaskúlastjóri á skúlanum.
Á samkomu á middegi samlaðust øll starvsfólkini á lærarastovu skúlans, har skúlin bjóðaði til ein góðan bita. Skúlastjórin - Annbritt Toftegaard - og varaskúlastjórin - Finnur Joen Jacobsen - hildu røður, har tey takkaðu Thurid fyri trúgva tænastu, eisini helt Thurid røðu, har hon takkaði fyri seg.
Vit á JN.fo ynskja Thurid alt tað besta, nú hon gevst í lærarayrkinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald