Mentan

Thorshavn til Danmarkar á regatta

...

2016-08-13 13:06 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Leygarmorgunin fór Thorshavn av Tvøroyri til Danmarkar, har skipið er boðið til eina fjølbroytta regatta, sum verður hildin á Roskildefjørðinum. Regattain er ein stevna, har træskip og træbátar, sum eru bygd har við fjørðin, luttaka. Regattain, sum m.o. eisini Roskilde Vikingemuseum skipar fyri, verður komandi vikuskiftið.

Thorshavn varð bygdur í Frederikssund í 1940, og tí vitjar skipið sjálvsagt býin, og býráðsformaðurin fer at taka ímóti. Skipasmiðjan K. Andersen, sum bygdi Thorshavn umframt nógv onnur skip til Føroya, er ikki til longur, men hóast hetta, so verður Thorshavn mettur sum forvitnislig vitjan. Eisini skal Thorshavn sigla heilt inn til Roskilde, har móttøka eisini verður.

Á ferðini til Frederikssund verður lagt inn í Skagen, har skipið skal bunkra olju.

Við á ferðini verða fimm mans umframt hundin Frigg.

Thorshavn, sum árliga hevur nakrar fastar stuðlar, sum stuðla skipinum fíggjarliga, hevur til henda drúgva túrin til Danmarkar fingið stuðul frá Smyril Line, Tryggingarsambandinum, Tvøroyrar kommunu, Dansk- Færøsk Kulturfond og Effo.

Thorshavn verður aftur á Tvøroyri seinast í hesum mánaðinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder