2017-06-01 16:01
Thorbjørn Frederiksen er miðvingur, men hevur eisini búð í Danmark, har hann hevur tikið útbúgving sum faklærari hjá næmingum við serligum avbjóðingum. Hann hevur í hesum sambandi tikið ymisk skeiðir í m.a. Haslev og Askov, sum geva førleika at undirvísa næmingum í handaligum arbeiði.
Thorbjørn hevur undirvíst bæði í Danmark og tey síðstu mongu árini í Føroyum. Hóast tað, at hann er farin frá vegna aldur, so arbeiðir hann framvegis 3 dagar um vikuna.
Tað hann sýnir fram henda mánaðin eru m.a. kurvar úr flættaðum píli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald