2016-12-02 16:51
Voxbotn hevur í dag kunngjørt tvey tey fyrstu útlendsku nøvnini, sum fara á pall á ársins konsertdegi í Vágsbotni, 24. juni 2017.
Thomas Helmig telist millum best umtóktu sangarar og sangskrivarar í Danmark, og nú sleppa so føroyingar at uppliva hann live í Vágsbotni í summar. Hann kemur til Føroya saman við kenda tónleikabólkinum Antonelli Orchestra, sum millum annað leggur tónar til Vild med Dans og Toppen af Poppen.
Thomas Helmig var frá 1983 til 1985 sangari í soul- og funkbólkinum ???Elevatordrengene???. Hann framførdi fyri fyrstu ferð sum solistur í 1985, tá hann sang við á lagnum ???Afrika???, sum kom út í sambandi við innsavning av peningi til neyðstødd í Afrika. Sama ár gav hann plátuna ???Thomas??? út, har hann fekk sítt fyrsta hitt við lagnum ???Fed lykke???. Tað heilt stóra gjøgnumbrotið kom í 1988 við útgávuni ???Vejen væk???, sum seldi yvir 160.000 eintøk.
Fyrst í 90???unum komu útgávurnar ???Rhythm??? og ???Say When???, sum kláraðu seg heilt væl. Í 1994 náddi Thomas Helming øllum toppum við útgávuni ???Stupid Man???, har hann vann heilar 7 Grammy-heiðurslønir og seldi yvir 250.000 eintøk. Lagið ???Gotta Get Away from You (Keep on Walking)??? frá somu útgávu gjørdist eitt risa hitt. Síðani 1985 hevur Thomas Helmig givið út eina rúgvu av poppklassikarum til tann danska sangskattin - kanska meira ein nakar annar.
???Nu hvor du har brændt mig af???, ???Kære maskine???, ???Stupid Man???, ???Smelte et isbjerg???, ???Det er mig der står herude og banker på??? og eina rúgvu av øðrum hittum frá Thomas Helmig verða nú at hoyra í Vágsbotni í summar.
Gulddreng á Voxbotn 2017
Umframt Thomas Helming verður eisini Gulddreng at hoyra í Vágsbotni í summar. Og søgan um nýggju gullklæddu poppstjørnuna úr Danmark fær ongan endan. Gulddreng er uttan iva størsta navn í Danmark í løtuni, har alt hann nemur við, gerst til gull. Hann hevur uppá stutta tíð givið 6 løg út, har fýra longu hava liðið nummar eitt í Danmark. Tað fimta er væl á veg, meðan øll 6 løgini hava ligið nummar eitt á Spotify og eru streamaði meira enn 40 mió. ferðir. Tað eru serliga løgini ???Model" og ???Se Mig Nu???, sum hava flest streamingar og hyggjarar.
Tað hevur verið útselt til Voxbotn øll árini - seinast fleiri vikur áðrenn Voxbotn byrjaði. Forsølan til Voxbotn 2017 byrjar í dag og fyriskipararnir væntað, at við teimum nøvnunum, teir hava avdúka og teimum mongu, sum eru eftir at avdúka, at Voxbotn 2017 verður útselt.
Atgongumerki til Voxbotn 2017 fáast í Fast-handlunum kring landið, Kunningarstovuni í Havn og á ebillett.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald