Hagstovan skrivar: í dag 28. okt. 2014 fyllir Theodor Thomassen í Sørvági 106 ár, og eftir teimum hagtølum, sum eru til taks, er tað hægsti aldur, sum nakar í Føroyum hevur rokkið.
Í hagtølunum hjá Hagstovuni sæst, at frá 1985 til 1. januar í ár rukku 58 fólk 100 ára aldur ella hægri. 24 av teimum blivu 100 ár, 16 blivu 101 ár, 9 blivu 102 ár og 9 blivu 103 ár ella meiri. Kvinnurnar livdu longst: 42 kvinnur og 16 menn blivu 100 ár ella meiri.
Gongdin er rættuliga greið. Alt fleiri verða 100 ár og eldri. Í fjør vóru 13 fólk 100 ár og eldri.
Í dag eru 6 fólk, sum eru 100 ár og eldri. Tríggjar kvinnur eru 101 ár, tvær kvinnur eru 102 ár og nú ein maður sum er blivin 106 ár. Í talvuni niðanfyri var talið 1. januar í ár 8 fólk, men tvey av teimum eru deyð síðani tá.
Sambært fólkateljingini í 1977 vóru 2 kvinnur 100 ár. Í 1966 var ein kvinna, sum var 97 ár og eisini sambært fólkateljingini í 1960 var ein kvinna, sum var 97 ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald