Mentan

The Reverends á Summar Festival

...

2016-07-27 10:29 Author image
placeholder

Føroyski country- og americanabólkurin spælir á Summar Festivalinum


Bólkur The Reverends bjóðar country og amaricana tónleik á høgum stigi. Karismatiski live-bólkurin hevur verið virkin síðani 2004, tá ið teir byrjaðu sum útisetabólkur í Keypmannahavn. Teir góvu fyrstu fløguna út sum útisetabólkur. ??tgávan kallast When You???re Done.
The Reverends hava spælt víðhvar, bæði uttanlands og í Føroyum. Eitt nú luttóku teir tvær ferðir á Silkeborg Countryfestival, og teir vóru við til størsta country og folk festivalin í Letlandi.
The Reverends arbeiða við nýggjum tilfari, og teir eru eisini klárir til eina live-framførslu á Summar Festivalinum.
Manningin er: Niclas Thorsteinsson (Sang), Janus Kampmann (Guitar), Jens V. Jakobsen (Guitar), Kristin Nolsøe Bech (Bass) og Rúni Mouritsen (Trummur).

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder