Mentan

The King???s Singers syngja føroyskt kvæði

...

2019-10-10 14:45 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tá mæti vokalbólkurin fer á pallin í Norðurlandahúsinumsunnudagin, verður m.a. eitt føroyskt kvæði á skránni.   

The Ballad of Nornagest er heiti á nýggjum verki, sum the King???s Singers havabílagt og góvu út í síðstu viku. Verkið er skrivað yvir føroyska kvæðið NornagestsRímu. 

Tá bretsku sangararnir vóru í Føroyum í 2017 hugtóku teir øll við at syngjaføroyska sangin Summarkvøld sum eykalag, og tá vístu teir, at teir væl duga atsyngja á føroyskum. Nýggja verkið verður eisini sungið á føroyskum. 

Á skránni til komandi konsertina annars verður ein góð blanding avtónleikinum, sum The King???s Singers eru kendir fyri. Alt frá Gesualdo,Poulenc og Macmillan til the Beatles og heilt nýggjan popp tónleik. 

The King???s Singers fáast nógv við at undirvísa og hava workshops, og áðrennkonsertina fara tvey føroysk kór til masterclass við dugnaligu sangarunum.

 Heilt fá atgongumerki eru eftir til konsertina, sum uttan iva aftur verður einuppliving av teimum heilt stóru.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder