JN

TF Holding samtakið 133 mió. kr. í avlopi

...

2014-08-26 17:04 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Við eini framgongd uppá 37 mió. kr. samanborið við fyrra hálvár í fjør, gjørdist hálvársúrslitið 2014 hjá TF Holding samtakinum 133 mió. kr. eftir skatt. Eginognin hjá samtakinum 30. juni 2014 var 2,8 mia. kr. ??rslitið fyri skatt var 155 mió. kr.

TF Holding samtakið er týðandi leikari á fíggjar- og tryggingarmarknaðinum í Føroyum. Í TF Holding samtakinum eru Tryggingarfelagið Føroyar, Betri pensjón og Eik Banki, umframt onnur ognar- og íløgufeløg, sum øll hava sítt høvuðsvirksemi í Føroyum.

Sterkt samtak í marknaðum merktir av harðari kapping

Í einum tíðarskeiði við øktari kapping bæði á fíggjar- og tryggingarmarknaðinum í Føroyum, kom TF Holding samtakið við einum hálvársúrsliti á 133 mió. kr. eftir skatt. ??rslitið styrkir samtakið, sum nú hevur eina eginogn uppá knappar 2,8 mia. kr. íroknað minnilutaáhugamál. Um parturin hjá minnilutaáhugamálunum verður drigin frá, er hálvársúrslitið 111 mió. kr. eftir skatt, og eginognin frádrigið minnilutaáhugamál 2,4 mia. kr. Minnilutaáhugamálini eru í høvuðsheitum ognarparturin hjá Finansiel Stabilitet í Eik Banka. Solvensurin hjá samtakinum er 36,9% í mun til lógarkravið, sum er 8%.

Hørð kapping og nógvir skaðar innan skaðatryggingarvirksemið 

Harða kappingin, sum byrjaði í fjør við munandi príslækkingum, hevur fingið fullan virknað í 2014 hjá Tryggingarfelagnum. Príslækkingarnar eru til frama fyri kundarnar, og er gongdin í tryggingarinntøkunum mett at vera nøktandi. Hálvársúrslitið hjá skaðatryggingarvirkseminum er eitt hall á 7,7 mió. kr. eftir skatt, sum ikki er nøktandi. Fyrra hálvár 2014 var merkt av nógvum miðalstórum skaðum, sum ikki eru fevndir av endurtrygging. Hetta ávirkar úrslitið neiliga. 

Fleiri kundar og avlop á pensjóns- og lívstryggingarvirkseminum 

Pensjóns- og lívstryggingarvirksemið hevur havt góða tilgongd av kundum, samstundis sum fíggjarmarknaðirnir hava givið gott avkast fyrra hálvár 2014. Betri pensjón er framvegis í menning, og gav hálvársúrslitið hjá pensjóns- og lívstryggingarvirkseminum eitt avlop á 2,3 mió. kr. eftir skatt. ??rslitið er nøktandi. 

Lækkandi útlánsrentur og útlánsvøkstur á peningastovnsvirkseminum 

Peningstovnsvirksemið hevði eitt avlop á 76,4 mió. kr. eftir skatt fyrra hálvár 2014, sum er nøktandi. Eik Banki hevur megnað at minkað um rakstrarkostnaðin og bert havt eitt lutfalsliga lítið fall í nettorentuinntøkunum. Hetta er farið fram, samstundis sum bankin hevur gingið á odda við at lækka sethúsarentuna. Bæði útlán og innlán bankans økjast framhaldandi. 

Samtakið og framtíðin 

???Vit eru nøgd við hálvársúrslitið, og samtakið sær fram til avbjóðingarnar, sum liggja fyri framman, við áræði og spenningi. Miðvísa arbeiðið móti at verða fremsta val føroyinga hevur borið ávøkstur og sæst aftur í hálvársúrslitinum???, sigur Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í TF Samtakinum. 

Við árslok 2013 varð mett, at ársúrslitið eftir skatt fyri 2014 fór at vísa eitt avlop millum 70-100 mió. kr. Góða gongdin fyrra hálvár 2014 merkir, at samtakið væntar, at ársúrslitið eftir skatt verður nakað betri enn áður mett, og fer at liggja millum 140-160 mió. kr."

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder