2018-02-19 09:43

Tað gongur væl við stóru útstykkingini á Grótbrúgv í Vestmanna, tað sigur Pauli T. Petersen, borgmeistari. Hann sigur, at Vestmanna Kommuna og ARCTICON skrivaðu undir sáttmála um útstykkingina á Grótbrúgv 20. juli í fjør, tíðarætlanin segði, at arbeiðið skuldi verða liðugt í desember 2018, men í farnu viku boðaði ARTCICON frá, at teir rokna við, at alt arbeiðið á Grótbrúgv verður liðugt longu á ólavsøku, t.v.s. 4 mánaðar áðrenn upprunaligu ætlanina.
Pauli T. Petersen sigur, at arbeiðið kemur at kosta 18 milliónir, tað verða 22 grundøkir á Grótbrúgv og longu nú eru 20 av teimum 22 seld.
Kostnaðurin fyri grundøkiini fer at liggja um 250.000 til 300.000 fyri hvørt.
Vit vóru leygarmorgunin í Vestmanna, har vit tóku myndirnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald