Vinna

Teledyne bloggar um streymmátingar í Bankarennuni

...

2018-01-09 14:14 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Havstovan skrivar:

Undir heitinum ???Twenty-Year ADCP Time Series: Monitoring Deep Overflow in Faroe Bank Channel??? skrivar Teledyne Marine í einum bloggi á heimasíðu sínari um streymmátingarnar, sum Havstovan ger í Bankarennuni. Teledyne Marine framleiðir streymmátararnar, sum verða brúktir at máta rákið í Bankarennuni.

Havstovan byrjaði so smátt Í 1994 at máta rákið í Bankarennuni. Hetta var gjørt við sonevndum ADCP streymmátarum (Acoustic Doppler Current Profiler), ið vóru framleiddir av RD Instruments í USA ??? nú Teledyne Marine. Hendan útgerðin var nýggj tá, so onkrir byrjunartrupulleikar vóru, men saman við framleiðaranum var greiða fingin á trupulleikunum. Á sumri 1995 komu streymmátingarnar í eina fasta legu, og Havstovan hevur síðani tá mátað rákið í Bankarennuni við 1-2 ADCPum frá Teledyne Marine. Onkur styttri tíðarskeið hava tó verið upp í fýra mátarar í Bankarennuni í senn. Hendan útgerðin hevur verið sera álítandi og einir tveir av teimum fyrstu streymmátarunum, sum Havstovan keypti, eru framvegis í brúki. Hesir hava sostatt ligið á havsins botni í meiri enn 20 ár og mátað streym ??? einans avbrotið av árligari data lesing og battarí skifti.

Bloggurin hjá Teledyne Marine kann lesast her.

Eisini ber til at lesa meiri um rákið í Bankarennuni her.

Myndin høgrumegin vísir ein av ADCP streymmátarunum, sum hevur mátað rákið í Bankarennuni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder