Ítróttur

Teitur og 07 Vestur gjørt avtalu

...

2016-01-14 15:26 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

07Vestur: Enn ein unglingaleikari okkara hevur skrivað sáttmála við felagið. Í gjár var tað Teitur Olsen úr Sandavági, sum setti sína undirskrift á blað, og kemur sostatt at verða við í hópinum hjá besta mansliðinum.


17-ára gamli miðvallarin hevur verið partur av unglingahópinum seinastu árini, og skal nú royna at taka stigið upp á besta liðið. Teitur spælir tvørturum alla miðjuna, serliga sum framrættaður miðvallari.

Vit síggja fram til at síggja Teit komandi kappingarár, og ynskja honum tillukku og blíðan byrð!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder