Mentan

Teitur í Listastovuni

...

2018-10-10 20:20 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Í samband við nýggju útgávuna ???I Want to be Kind??? er Teitur á konsertferð kring landið. Seinastu árini her heima hevur Teitur mest verið at hoyrt á G! Festival og í Spaniastovu í Klaksvík.

Tað eru 11 ár farin síðan Teitur var á konsertferð á klettunum í samband við føroysku útgávuna ???Káta hornið??? og hetta er fyrstu ferð at Teitur spælir á støðum so sum Maggie???s, Bygdarhúsinum í Kunoy, Mikkeller, Tøting, Listastovuni í Miðvági og Blábar, umframt størri konsertirnar í Løkshøll og Salt.

???I Want to be Kind??? hevur fyrr í ár verið framført á útseldum konsertferðum í USA, Týsklandi og Danmark og nú ber til at hoyra løgini í Føroyum.

Fimm tær fyrstu konsertirnar á ferðini í Føroyum hava verið útseldar og næst á skránni er Listastovan í Miðvági. Konsertin verður leygarkvøldið 13. oktober kl. 20.00. Enn eru nøkur atgongumerki eftir til konsertina í Listastovuni og kunnu tey keypast á atgongumerki.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder