
Sum liður í miðvísari uppraðfesting av at skapa bestgjørligu karmar fyri upplivingarvinnuni (sum eisini fevnir um ferðavinnuna) ínærumhvørvinum, gjørdi Vágs kommuna í 2014 nýtt kampingøkið, Kamping Vágseiðið,sum lat upp í juni í 2014.
Árini 2014, 2015 og 2016 lógu talið av gistingum millum150-165 fyri tíðarskeiðið frá mai til august. Men seinastu tvey árini hava vitsæð ein stóran vøkstur í talinum av gistingum. Í 2017 vóru tað 322 gistingar áKamping Vágseiði og í ár hava tað fram til 31. august verið 470 gistingar ákampingøkinum. Tað hava eisini verið nakrar gistingar í september, sum tó ikkieru skrásettar í hagtølunum enn.
Sostatt er talið av gistingum á Kamping Vágseiði farið frá159 gistingum í 2016 til fleiri enn 470 gistingar í 2018, ella ein trýfaldan avgistingum eftir tveimum árum.
Umframt føroyingar, so eru vitjandi á Kamping Vágseiði úrøllum heiminum, t.d. úr Avstralia, Ný Sælandi, Afrika, USA, Kanada, Týsklandi,Niðurlondum, Fraklandi, Spania, Danmark, Bretlandi, Finnlandi, Kanada, umframtøðrum londum í Evropa. Flestu vitjandi á Kamping Vágseiði eru føroyingar, næststørstubólkarnir eru úr Týsklandi og Fraklandi.
Í mun til í undanfarin ár, so hava síggja vit, at tað er einstórur vøkstur í bæði kampingvognum og tjaldingum. Í ár hava tað verið serliganógv sum hava brúkt tjaldingarplássi. Tað eru fólk í øllum aldri, sum vitja áKamping Vágseiði.
Vit eru sera fegin um stóra vøksturin í talinum av gistingumá Kamping Vágseiði, sigur Dennis Holm, borgarstjóri. -Vit hava seinastu áriniroynt at uppraðfest møguleikarnir hjá ferðandi, sum vitja í Vági, bæði viðkampingøkinum, og við at betra um atkomumøguleikarnir hjá fólki at njótaløturnar t.d. í náttúruni vesturi á Vágseiði. Tað er eisini sjón fyri søgn, atvit hava sera nógv góð tilboð til vitjandi, bæði stórsligna náttúru og góðarumstøður innandura í Páls Høll og nýggju Marghøllini, og dregur uttan iva fólktil økið, sigur Dennis Holm.
So vítt vit vita, so lata gistingarhús og matstovur eisinivæl at talinum av vitjandi í ár. Men vit mugu øll eisini verða varug við, atøkt tal av vitjandi setur eisini krøv til framhaldandi menning av tænastum ogtilboðum til ferðafólk, og hesum arbeiða vit áhaldandi við, sigur Dennis Holm,borgarstjóri.
Um Kamping Vágseiðið
Kamping Vágseiðið liggur í vøkrum økið millum Vágs Høll ogVatnið. Í síðubygninginum í Vágs Høll eru gjørdar góðar umstøður til vitjandi,við køk, wc & brúsu (eisini til rørslutarnaði), og harumframt ber eisinitil at vaska klæðir. Á kampingøkinum eru pláss til 12 kampingvognar og hartiler stórt tjaldingarpláss.
Kamping Vágseiðið er opið frá hálvum apríl til hálvanseptember, men tað hava eisini verið gistingar uttanfyri hetta tíðarskeiðið.
Vágs kommuna
www.vagur.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald