JN

Talið av børnum við frískum tonnum alsamt vaksandi

...

2014-09-29 15:41 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nýggja Kariesskrásetingin staðfestir, at talið av børnum í Føroyum við ongum holum er vaksandi. Enn eru vit tó ikki komin á mál og framvegis er neyðugt við ábøtum til frama fyri tannheilsuna hjá føroyskum børnum.

-----

Í 2013 høvdu 60 prosent av teimum 12 ára gomlu frískar tenn, t.v.s. tenn við ongum holum. Tað vísir nýggj frágreiðing um Kariesskráseting hjá børnum.

Hetta er ein stórur bati samanborið við 1991, tá ið tannlæknarnir fóru undir at skráseta skúlabørn fyri tannsjúkur. Í 1991 høvdu bert 12 prosent av børnunum frískar tenn.

Somuleiðis eru stór framstig at síggja hjá hinum aldursbólkunum, sum skrásetingin fevnir um. Til dømis høvdu bert 4 prosent av teimum 15 ára gomlu frískar tenn í 1991, meðan talið nú er 34 prosent.

Í norðurlendskum høpi eru føroysk børn hampiliga væl fyri. Tøl frá 2011 vísa, at í Danmark hava 70 prosent av teimum 12 ára gomlu frískar tenn, meðan í Íslandi høvdu 34 prosent av børnunum í sama aldursbólki frískar tenn.

Hóast stóru framgongdina, so er rúm fyri bata. Í frágreiðingini verður víst á, at framvegis hava tveir triðingar av teimum 15 ára gomlu havt brendar tenn og er hetta ikki nøktandi, sambært tannlæknunum. Arbeiðast má fram ímóti, at enn fleiri børn og ung varðveita frískar tenn alt lívið.

Føroya nú á sama støði sum onnur Norðurlond viðvíkjandi tilboðum

Í vár tók eitt samt Løgting undir við uppskotinum frá landsstýrismanninum í heilsumálum, Karsten Hansen, um at víðka skipaðu barnatannrøktina til eisini at fevna um tey 16 og 17 ára gomlu. Tað merkir at frá 1. januar 2015 er tilboðið um tannrøkt til børn á sama støði sum í okkara grannatjóðum.

Tað var í 1991 at tannlæknarnir í Føroyum fóru undir at skráseta øll skúlabørn fyri tannsjúkur eftir altjóða reglum hjá WHO, fyri at fáa nágreinilig tøl at lýsa tannheilsustøðuna hjá føroyskum børnum. Seinni varð sett inn í lógina um barna- og ungdómstannrøkt, at ein frágreiðing um Kariesskráseting skal gerast annaðhvørt ár og latast Heilsumálaráðnum.

Heilsumálaráðið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder