
Vit reiðaríið hjá Nýborg TG 773, takka fyri tað megnararbeiði sum tyrlumanningin framdi í samb. við hjálp at fáa mann av Nýborg til sjúkrahúsið. At fara út í bjargingararbeiði í slíkum veðri, krevur tey bestu av teimum bestu til at fremja slíkar uppgávur, og tað takka vit hjartaliga fyri.
Samstundis takkar reiðaríið, serliga manningini á Nýborg, MRCC, Eysturbúgvanum, Vesturbúgvanum, Vædderen og Brimli fyri tann stóra arbeiðslut, sum tit høvdu hvør í sær at hjálpa.
Hvat er ikki gott við eini hjálpandi hond í neyðini, hetta hava tit víst í verki, Orðatøkini 3,27 siga: Sýt ikki teimum hjálp, sum hava hana fyri neyðini ??? so satt sum tú ert mentur at lata hana!
Hetta hava tit sanniliga víst.
Heilsanir við stórari virðing.
Reiðaríið hjá Nýborg
Pf. Ocean Group Faroes Ltd.
Oyrarvegur 6
900 Vágur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald