JN

Takkarskriv frá Sørvágs Country- & Blues festivali

...

2014-08-25 19:06 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nevndin í Sørvágs Country- & Blues festivali vil av øllum sínum hjarta takka øllum fyri stuðulin vit fingu til okkara triðja festival, sum var í døgunum 13. og 14. Juni 2014. Somuleiðis vilja vit takka Sørvágs kommunu, grannum til festivaløkið og øllum teimum mongu, sum hjálptu til at fáa festivalin so væl avgreiddan.

Uttan stuðulin okkum varð veittur hevði ikki borðið til at skipa fyri einum so stórum tiltaki.

Vit eru sera væl nøgd við undirtøkuna festivalurin fekk, afturmeldingarnar hava verði sera jaligar, bæði frá tónleikarum, ljóð- & ljósfólki, hjálparfólki og teimum, ið vitjaðu festivalin.

Nevndin í Sørvágs Country- & Blues festivali hevur gjørt av aftur at skipa fyri festivali komandi ár, dagarnir eru settir til fríggjadagin 05. og leygardagin 06. juni 2015.

Sum á teimum undanfarnu festivalinum verður stórur dentur lagdur á tað familjuvinarliga tiltakið. Hetta tiltakið skal verða eitt tiltak sum øll familjan kann verða saman um, uttan at tað skal kosta nógv meira enn atgongumerkið.

Enn einaferð, takk fyri stuðulin og takk fyri gott samstarv.

Vinarlig heilsan

Nevndin í Sørvágs Country- & Blues festivali

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder