Nic & Jay fara at framføra í Havn 29. juni, tá føroya størsti konsertdagur, Okkara Voxbotn, verður hildin. Teir eru millum best umtóktu bólkunum í ríkinum, og eru ein sonn orkubumba á pallinum. Teir báðir Niclas og Jannik hava givið út tónleik síðani 2002, og fleiri av plátunum hava staðið seg sera væl á hittlistunum. Løg sumHot,En dag tilbageog ikki minstLækkerfara utta iva at seta lív í stóru fjøldina á Voxbotn 2019.
Frammanundan er longu greitt, at heimskendi úrmælingurin Lost frequencies, Michael Learns to Rock, VSJ, Páll Finnur Páll, Eyðun og Terji og fleiri onnur faraat framføra á Okkara Voxbotn 2019 sum verður tann 29. juni.
Atgongumerki fáast í Power í SMS, Fast-handlunum kring landið, Kunningarstovuni í Steinatúni og á ebillett.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald