Kvinnusøgur verða lýstar í akrobatikki og tónleiki í sýninginiDet får bära eller brista,14. november kl. 16 i Norðurlandahúsinum.
Kvinnur hava til allar tíðir borið og lyft børn - og eplasekkir, grýtur, vatn og mjólkaspannir, barnavognar inn í bilin og upp trappurnar, innkeyp, brenni, vaskiklæði... og fleiri børn.
Ja, tað krevur styrki at vera kvinna. Eisini í sýningini Det får bära eller brista, ið sameinir akrobatik og tónleik fyri at siga frá kvinnusøgum. Seks kvinnuligir akrobatar og møður trína á pallin, fyri at granska markið í millum at lyfta og at hokna. Tað tunga og tað lætta. Styrki og viðbrekni. Gleði og sorg.
Á pallinum verða pyramidur bygdar úr menniskjum og hugtakandi akrobatiskar koreografiir skaptar ??? alt í nýskapandi andanum, sum vit kenna frá nýsirkusi - sirkus fyri vaksin.
Keyp atgongumerki á nlh.fo.
Hugskot: Circus By MeLeikstjóri: ??sa JohannissonAkrobatar: Anna Nerman Sylla, Katja Kortström, Linda Petersson, Rebecka Nord, Seela Wanvik & Signe VeinholtTónasmiður: Anna CederquistTónleikarar: Anna Rynefors, Anna Cederquist
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald