Tíðindaskriv 3. november 2021.
Tað er eingin ivi um, at klaksvíksfyritøkan Com-Data eigur størsta heiðurin av, at tað gekk so skjótt atteldugera føroyska vinnulívið og landið annars frá 1980 og frameftir.
Søgan um Com-Data er rættiliga serstøk í føroyskum høpi, at tveir menn hvør á sínum øki tilvildarliga hittastá einum telduskeiði í Klaksvík síðst í sjeytiárunum. Líggjas í Bø sum tann ídni íverksetin, og Símun PauliKonoy sum tann stóri teldusnillingurin.
Saman sóu teir avgerandi møguleikar í teldutøknini, sum nóg illa var komin í gongd, tá teir stovnaðufyritøkuna Com-Data í august 1980. Ein fyritøka, ið fekk ógvuliga avgerandi týdning fyri menningina avteldutøknini í Føroyum og øllum tí føroyska samfelagnum upp gjøgnum áttatiárini og síðan frameftir.
Samanrenningin millum hesar báðar føroyingarnar er ikki sørt lík søguni um teir báðar amerikumenninarSteve Jobs og Steve Wozniak yviri í USA í sjeytiárunum, har teir í bilhúsinum hjá Steve Jobs í Los Altos íKalifornia fóru undir at menna smáteldur, so tær kundu gera nyttu. Her varð grundarlagið lagt undir Apple,sum í dag er ein av heimsins størstu og ríkastu fyritøkum.
Í frægasta føri hevði tað tikið fleiri ár longur at sett hol á ta menningina, um hesir framfýsnu og framskygdumenn ikki vóru farnir í gongd við tað arbeiðið, sum fyritøka teirra og starvsfólkini í Com-Data løgdu fyridagin í áttati- og nítiárunum. Eisini var Com-Data fyrsti føroyski veitari av pc-arum. Hetta er grundarlagiðundir bókini ???Com-Data 40 ár??? við undirheitinum ???Ein føroysk fyritøka uttan fordømi,???sum verður givin útnú um dagarnar.
Bókin umrøður bæði tíðina, tá Com-Data byrjaði sítt virksemi, tá tað var í hæddini, og somuleiðis, tá taðgekk aftur á hond hjá fyritøkuni. Samrøður eru gjørdar við høvuðspersónarnar og onnur av teimum, sumstarvaðust í fyritøkuni, eins og við fleiri samstarvsfelagar, ið fingu stóra gleði og nyttu av veitingum ogtænastum frá Com-Data.
Somuleiðis gevur bókin ígjøgnum søguna um Com-Data eina mynd av, hvussu góðar tíðirnar vóru íFøroyum upp gjøgnum áttatiárini. Samfelagshjólini mólu alsamt skjótari, til stígur síðst í áttatiárunum kom íbæði vinnulívið og samfelagið alt. Hetta elvdi síðani til, at landið fór á húsagang í oktober 1992, og størstasamfelagskreppa, ið hevur verið her á landi, tók seg upp.
Tað er forlagið Skálagarður, ið gevur bókina út, sum verður at fáa í bókabúðunum kring landið, og høvundurer Kári Mikkelsen, journalistur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald