Mentan

Syngja fyri føroyingum

...

2017-10-11 08:57 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Íslendingar av Norðlandinum koma hendan vegin at syngja. Blandaða kórið Sálubót fer at syngja í tveimum kirkjum komandi vikuskifti 14. og 15. oktober.

Miðvágs kirkja
Leygadagin kl 18

syngur kórið Sálubót vælljómandi og spennandi sangir av ymsum uppruna bæði klassiskt og rútmiskt. Mest syngja tey á íslendskum, men onkur enskur sníkir seg inn ímillum. Saman við Vágakórinum, sum verður stjórnað av Sámal Matras Christiansen, syngur Sálubót føroyskar og íslendskar sangir. Íslendskir solistar og tónleikarar verða eisini við.


Dómkirkjan (Havna Kirkja)
Sunnudagin kl 16

hevur kórið langa og sera fjølbroytta sangskrá.
Saman við tónleikarnum og solistum fara tey at syngja 19 ymisk íslendsk og útlendsk kórverk.
Kórleiðari: Jaan Alavere
Solistur: Jónas Reynir Helgason
Bass guitar: Pétur Ingólfsson
Violin: Marika Alavere
Trummur: ??órgnýr Valþórsson

Sangfelagið Sálubót er blandað kór av Norðlandininum í Íslandi.
Kórið byrjaði í 1993. Sangararnir eru um 40 í tali í aldrinum 40-60 ár og speidd um alt Norðurlandið. Mong teirra ferðast langa leið til sangvenjingar í Stórtjarnarskóla nakað sunnanfyri Akureyri. Kórið hevur er ein týðandi, savnandi miðdepil fyri allan landspartin Akureyri, Húsavík og Mývatn.
Kórleiðarin Jaan Alavare er estlendingur borin í heim 1969, har hann er uppvaksin og hevur fingið sína tónleikaútbúgving. 19 ára gamalur varð hann útbúgvin violinsolistur, tónleikalærari og pianistur.
1998 varð Jaan Alvare settur sum musikkskúlastjóri fyri allan landslutin. Samstundis átók hann sær starvið sum kórleiðari og pianistur hjá Sangfelagnum Sálubót.
Sálubót syngur regluliga í Qorgeirskirkju, men hevur eisini konsertir í øðrum býum og kommunum um alt Ísland.
Í 2000 var Sálubót sína fyrstu uttanlandsferð. Leiðin gekk til Estlands, heimstað kórleiðarans. Síðan hava tey vitjað Slovenia og Italia. Og nú eru Føroyar ferðarmálið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder