Mentan

Syngið og dansið við týsdagin

...

2019-12-02 16:10 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Syngið og dansið við týsdagin 3. desember kl. 14-16 í Bygdarhúsinum í Miðvági.

Tað eru tey vælsyngjandi og spælandi Bjarta Arge, Sigfríður Olsen, Tummas Heri og Eiler ??sterø, sum spæla hesaferð.


Vit elska hesar løtur og gleða okkum til hugna og sang, at minnast aftur á góðar gamlar dagar og eitt prát. Vit eru komin í jólastemning og fara eisini at syngja jólasangir.

Kaffi/the og ríslamande er í steðginum.

Atgongumerki kostar 50 kr. og er samstundis ein lutaseðil, har drigið verður millum 10 góðar vinningar J

Heimatænastan í Vágum


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder