Mentan

Sverrisson og Kollslíð í Visit Runavík

...

2018-12-19 11:02 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Miðvikudagin ??? í dag ??? kl. 16:30 syngja og spæla Kári Sverrisson og Hans Jacob Kollslíð í hølunum hjá kunningarstovuni Visit Runavík í handilsgøtuni á Heiðavegi. Teir eru slektaðir av hvør sínum armi við Skálafjørðin og búgva báðir í Runavíkar kommunu. Í Saltangará og á Skála. Tónleikaliga tilgongdin hjá teimum báðum er rættiliga ymisk, Kári er í stóran mun fólkatónleikari, meðan Kollslíð verður mettur at liggja nærri popp og rock tónleikinum. Hvør sær eru teir alkendir úr ymsum høpum, eisini uttanfyri oyggjarnar, og kortini rennur ymiskleikin so væl saman í felagsstevi teirra, at musisk dygdarverk fáast burturúr, eisini táið teir hava sær væl fleiri enn túsund ára gamlar kinverskar yrkingar sum undirstøðu.

Í dag hava teir givið út nýggja fløgu undir heitinum ???Eystanduni???. Yrkingarnar eru læntar úr bókini við sama heiti, sum Bókagarður gav út í 1976. Gamli landslæknin, Hanus Debes Joensen, sáli, týddi tær fleiri enn 120 yrkingarnar, smíðaðar í tíðini táið Tang dynastiið ráddi fyri borgum í 7. ??? 9. øld eysturi í Kina, sum eru í bókini afturat viðmerkingum og einari andssøguligari frágreiðing um hesa tíðina. H.D. Joensen fekk annars M.A. Jacobsens virðislønina fyri yrkisbókmentir í 1969. Hann var ein av teimum sum setti á stovn Fróðskaparsetur Føroya.

Sverrisson og Kollslíð og hjálparfólk teirra hava annars vant til hesa útgávuna í gamla skúlanum á Glyvrum í vár og í summar. Tónleikararnir á fløguni eru, umframt Kára og Hans Jacob, sum báðir syngja og spæla gittarar, Bergur Fonsdal Johannesen, bass, Harald Fonsdal Johannesen, trummur, Mattias Kapnas, tangentar, Gwendolyn Philbrow, cello, Unn Paturson, sang, Eivin Dam Simonsen, trompet, og Hans Marius Ziska, kór.

Theodor Kapnas og Hans Marius Ziska tóku fløguna upp í Studio Bloch í Havn og í studionum hjá Hans Mariusi í Søldarfirði fyrr í ár, og Jens L. Thomsen ljóðblandaði í Støkumørk innan Glyvur fyri nøkrum vikum síðani. Jason Goz mastraði í London.

Í dag spæla teir nøkur av løgunum í hølunum hjá Visit Runavík.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder