2016-07-24 20:18
Í gjár og í nátt var Tórsfest á skránni, og í tí sambandi hittu vit festivalgestin Sveinur Ellefsen, sum vit settu nakrar spurningar.
Hvat dámar tær Tórsfest?
- Mær dámar Tórsfest rættliga væl, og eg haldi at serliga uttanfyri økið er gott at vera, og práta við fólk.
Hvat heldur tú um nøvnini á Tórsfest?
- Eg haldi at tey eru ordiliga góð, og eg haldi at serliga tey donsku nøvnini eru góð.
Hvat heldur tú um umstøðurnar?
- Eg haldi at tað er nóg mikið av plássi, eg taki ikki so nógv pláss sjálvur, og tí haldi eg at tað er nóg mikið av plássi her á gongugøtuni í Havn, segði miðvingurin við JN.fo meðan Tórsfest var.
Sí eisini:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald