Mentan

Svabo aftur á slóðina

...

2016-08-11 22:50 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Konsert verður leygarkvøldið kl. 21.00 í Listastovuni í Miðvági við tónleikabólkinum Svabonio, ið hevur til endamáls at framføra løg úr nótabókini hjá Jens Christian Svabo.

Jens Christian Svabo varð borin í heim í Jansagerði í Miðvági í 1746. Faðirin var prestur og ungur fór Jens Christian til Havnar á latínskúla og síðani til Keypmannahavnar at lesa.

Svabo gjørdi ongantíð lesnaðin lidnan og hann fekk ikki nakað embæti, men tað, ið hann legði úr hondum við innsavning av kvæðum, tilfari til orðabøkur og mangt annað, er grundarlagið undir tí arbeiði, ið m.a. Hammershaimb og aðrir førdu víðari.

Sum lesandi og lærdur maður, var tað ein sjálvfylgja, at Svabo eisini fekst við tónleik. Hann spældi violin og aftur til Føroya í 1800, hevði hann við sær eina nótabók.

Nótabókin er dagfest 1775, men kom fyrstani undan kavi í 1928. Bókin er nú á Landsbókasavninum og í bókini eru eini 240 løg.

Tað er tónleikur, ið hevur frammi tá í tíðini: Menuettir, polkair og aðrir fólksligir dansir. Nú vera eini 20 nýggjar útsetingar at hoyra.

Tað er bretin Daniel Rye, ið hevur lagt tónleiki tilrættis. Daniel virkaði, saman við konu síni Fionu Parker, sum tónleikalærari í 1990???unum í Føroyum.

Tónleikurin er lagdur tilrættis, so bæði fólksligu og klassisku rákini eru tilstaðar og tónleikurin ljómar sum hann møguliga hevur gjørt í 1800. Greitt verður frá um tónleikin og Svabo.

Tey bæði, Fiona Parker og Daniel Rye, vitja javnan her í Føroyum og hava tey tikið upp samstarv við Angeliku Nielsen á violin og ??lavi Jakobsen á guitar, í hesum serstaka bólki, ið ber navnið Svabonio eftir vísindamannin og margfrøðingin Jens Chr. Svabo.

Atgongumerki fáast við dyrnar.

Konsertin er fyriskipað av Summartónum og Visit Vágar og varir slakan tíma.

Svabonio:

Angelika Nielsen, violin

Daniel Rye, klarinett

Fiona Parker, horn

??lavur Jakobsen, guitar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder