Mentan

Súsanna og ??lavur hava tvær konsertir komandi vikuskiftið

...

2017-03-08 15:37 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Konsertin í Listastovuni í Miðvági verður Leygardagin 11. mars kl 17.00

Konsertin í ??lavskirkjuni í Kirkjubø verður Sunnudagin 12. mars kl 16.00

Tað eru Súsanna Joensen á floytu og ??lavur Jakobsen á gittara, ið saman við kvinnukórinum ???Fljóð ljóð??? fara at framføra. Leiðari hjá kórinum er ??lavur Jøkladal.

Súsanna Joensen og ??lavur Jakobsen hava valt at spæla tónleik eftir Haendel, Fauré, Piazzolla og Schubert á floytu og gittara.
Kórið fer at syngja: 'Nú rennur sólin fríð', ið er gamalt føroyskt sálmalag. ??tsetingina hevur Kári Bæk gjørt og solistur er Randi Nolsøe.
Eisini syngur kórið 'Surely goodness' eftir Svein Møller og 'Nobilis, hvmilis', ið er Sankta Magnus-hymna úr 12. øld.
Á konsertini í Miðvági, verður skráin krydda við nøkrum perlunum ið hava sín uppruna í bygdini. Talan er um yrkingar og tónar frá Mikkjali á Ryggi og Jens Christian Svabo.

Skráin á hesum konsertum er í báðum førum hugsavnandi og fjølbroytt. Greitt verður eisini frá um tónleikin, ið framførdur verður.

Bæði Listastovan í Miðvági og ??lavskirkja hava góðan ljómburð og júst kór, floyta og gittari hóska sera væl í hugnaligu hølunum.

Konsertin varir slakan tíma og øll eru hjartaliga vælkomin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder