Mentan

Súni: - Evangelisturin Markus talar rættiliga beinleiðis til okkum

...

2019-10-01 14:47 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fólkakirkjan skrivar:

BÍBLIUKV??LD:- Sjálvandi er tað rættiliga leingi at standa uppi og lesa soleiðis í samfullar 50 minuttir, samstundis sum ein skal royna at gera tað fangandi hjá teimum sum lurta!

Orðini eigur Súni í Hjøllum, sum var ein av virknu luttakarunum, tá Fríðrikskirkjan skipaði fyri serligum tiltaki við upplestri úr Bíbliuni mikukvøldið 4. september.

Her var skipað soleiðis fyri, at alt Markus-evangeliið varð lisið upp av tveimum fólkum, um somu tíð sum fólk kundu fylgja við í teirra egnu Bíbliu.

Tað tók teimum báðum upplesarunum ??? Súna í Hjøllum (innfeldur í myndina) og Helenu Hansen - slakar tveir tímar at lesa teir 16 kapitlarnar í hesum stytsta evangelii okkara.

- Hetta var ein rík og góð løta fyri meg, leggur Súni, sum hevur verið kirkjuráðslimur í samfull 22 ár, dent á.

Sum skilst á sóknarprestinum, Ova Brim og hinum 40 fólkunum í kirkjuni hetta kvøldið, so eru tey ikki ósamd í hesum. Meiri kann lesast um tiltakið á hesi leinkjuni: https://www.folkakirkjan.fo/folkakirkjan/kunning/tidindi/losu-alt-markus-evangeliid-uppa-tveir-timar/

Kvøldið í Fríðrikskirkjuni var skipað soleiðis, at fyrst vóru átta kapitlar lisnir, og síðani var ein steðgur við einum drekkamunni. Eftir tað vóru teir seinastu átta kapitlarnir lisnir.

AT OGNA S??R TEKSTIN
Fyri Súna í Hjøllum er eingin ivi um, at ein høvuðsuppgáva hjá kirkjuráðnum er at virka fyri lívi og vøkstri í kirkjuni og kirkjuliðinum. Tá hann varð biðin um at lesa upp til hetta tiltakið, játtaði hann beinanvegin.

- Sum trúgvur kirkjugangari kenni eg væl til, at vit ofta ???bert??? hoyra ella lesa nøkur fá ørindi, sum prestur síðani útgreinar nærri.

- Men eg haldi, at hetta tiltakið við upplestrinum av Markusi, kann eggja okkum øllum til at lesa meira, og at lesa tekstir úr Bíbliuni sum eina heild, greiðir hann frá.

Súni og Helena høvdu góða tíð at fyrireika seg til upplesturin, tí longu í juli mánaði vóru tey spurd um luttøku í tiltakinum, sum altso var fyrsta mikudagin í september mánaði.

Skipað var soleiðis fyri, at Helena las frá kapittul 1 til kapittul 7, meðan Súni las frá 8. kapitli og evangeliið at enda.

- Eg royndi í míni fyrireikingartíð at leggja væl merki til alt, og soleiðis ogna mær tekstin til fulnar, soleiðis at eg í upplestrinum eisini kundi leggja dent á tað, sum veruliga talaði til mín, greiðir Súni frá.

EIN KENSLA AV FELAGSSKAPI
Hóast evangeliið eftir Markus er tað stytsta av teimum fýra, so er Súni av teirri sannføring, at tað er rímiliga lætt at lesa, samstundis sum tað talar rættiliga beinleiðis til lesaran. Tað tók honum slakar 50 minuttir at lesa frá 8. til 16. og seinasta kapittulin.

- Sjálvandi er tað rættiliga leingi at standa uppi soleiðis og lesa, samstundis sum ein skal royna at gera tað fangandi hjá teimum sum lurta.

- Tíbetur høvdu øll tey sum møttu sjálvi Bíbliuna við, og kundu tí fylgja við í tekstinum. Tað var avgjørt ein fyrimunur fyri upplesaran, sigur Súni í Hjøllum.

Og hann leggur aftrat, at hetta var ein góð løta fyri hann. Fleiri av teimum, sum vóru í kirkjuni hetta kvøldið, góvu somuleiðis til kennar, at hetta var ein vælsignað løta, sum tey fegin vildu uppliva aftur.

- Eg haldi, at slíkar løtur kunnu geva okkum eina enn betri kenslu av felagsskapi. Tað er gott at vit í kirkjuliðnum eru saman, - ja, eru saman um nakað dýrabært, og sum er til signingar fyri okkum øll.

- Vit eru øll so upptikin í tí dagliga, og tí hava vit veruliga brúk fyri at seta okkum niður og fara í djúphugsan, sigur Súni á Hjøllum.

ELSKA N??STAN
Sum nevnt hevði Súni góða tíð at fyrireika seg til upplesturin í Fríðríkskirkjuni fyrr í mánaðinum.

Í fyrireikingum sínum hevur hann heft seg við ymisk ørindi í evangeli???inum, og eru serliga trý ørindi sum hava givið honum nakað at hugsa um.

- Her í Markus-evangeli???inum er nógv sum talar til mín. Men skal eg velja okkurt sum veruliga er mær kært, so eru tað ørindini 29 til 31 í 12. kapitli.

- Tað stendur soleiðis skrivað her:

Jesus svaraði: ???Hitt fyrsta boðið er hetta: ???Gev ljóð Ísrael! Harrin, Guð vár, Harrin er ein.

Og tú skalt elska Harran, Guð tín, av øllum hjarta tínum og av allari sál tíni og av øllum huga tínum og av øllum mátti tínum???.

Annað er hetta: ???Tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg.??? Einki annað boð er størri enn hesi.???
Hvør veit ??? kanska verður eitt líknandi tiltak aftur í Fríðrikskirkjuni. Og kanska fara aðrar kirkjur at taka upp henda spennandi tráðin!

Orð: Snorri Brend
Mynd: Samansett

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder