Vinna

Sunda Kommuna: Fíggjarætlanin fyri 2018

...

2017-11-30 18:23 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Á býráðsfundi mánakvøldið 27. november varð fíggjarætlanin fyri 2018 samtykt.

Høvuðstølini í fíggjarætlanini
Inntøkur: 93.052.000 kr.
Rakstrarútreiðslur: 76.971.000 kr.
Íløgur: 38.110.000 kr.
Skattaprosent: 21,5
Barnafrádráttur: 5.000kr.

Gjald fyri pláss á dagstovni
- Børn undir 3 ár 1.995 kr. um mánaðin.
- Børn yvir 3 ár - farið verður í skúla - 1.600 kr. um mánaðin.
- Frítíðarskúlabørn: 950 kr. um mánaðin, 11 mánaðir um árið.
Avsláttur verður latin teimum foreldrum, ið hava tvey ella fleiri børn á dagstovni í kommununi.

Skipanin er soleiðis, at:
- Fyri yngsta barnið verður rindað fult gjald
- Fyri næstyngsta barnið verður latið 25 prosent í avsláttri
- Eldri børn eru ókeypis

Íløgur
Íløgurnar á 38.110.000kr. verða fíggjaðar við 18,5mió. í lántøku. 22.029.000kr. verða fíggjaðar yvir raksturin og við tøkum peningi.
??løgurnar verða býttar soleiðis:
- 32 mió. verða brúktar til at byggja nýggjan skúla og ítróttarhøll við Streymin.
- 4,1 mió. verða brúktar til at byggja skýlið og annað á ítróttarøkinum við Margáir.
- 2 mió. verða brúktar til aðrar íløgur.

Nettoskuldin hjá Sunda kommunu er 18 mió. Fíggjarætlanin javnvigar við 115.081.000 mió.

Til ber at lesa fíggjarætlaninaher.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder