Mentan

Summartónar í Sandavágs kirkju

...

2016-08-02 18:45 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Mikukvøldið 3. August kl 8.

Danskur urguleikari spælir til Summartónar

Tað er urguleikarin Poul S. Jacobsen, sum fer at spæla. Poul virkar annars sum urguleikari við Vor Frue Kirke í Aarhus. Á skránni er millum annað nýskrivaður tónleikur av Sunleif Rasmussen.

Sunleif hevur til hesar konsertir skrivað tríggjar urgukoralir yvir løg av Jógvan Waagstein. Fyriskipararnir av Summartónum hava í hesum føri verið so hepnir, at Statens Kunstfond í Danmark hevur játtað at fíggjað framleiðsluna av urgukoralunum. Løgini, sum Sunleif hevur valt sum íblástur til urgukoralirnar, eru "Aldan brýtur", "Fýkur stormur" og "Summarmorgun".

Poul fer eisini at spæla urgukoral av Kára Bæk, kenda stykki Fantasi og fuga í g-mol av J. S. Bach og tónleik av Schumann og av fronsku tónaskøldunum Cesar Franck og Camille Saint-Saëns

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder